Tíðindi
16.08.2023
Eitt nýtt skúlaár er byrjað. Ráðleggingardagarnir eru farnir aftur um bak, og lærarar hava fingið nýggja tímatalvu. Helst eru onkrar broytingar frá seinasta skúlaári. Onkur hevur sagt farvæl við næmingar, ið eru farnir víðari á lívsleiðini, ímeðan aðrir taka ímóti nýggjum næmingum, ið júst hesar dagarnar eru komnir í skúla.
Tað er altíð forvitnisligt at fáa nýggja tímatalvu. Eru fakini tey, einum dámar best at undirvísa í? Eru flokkarnir teir somu sum seinast, ella er onkur nýggjur flokkur á tímatalvuni? Hvussu liggja tímarnir, og ymiskir aðrir spurningar koma loksins upp á pláss.
Eisini hjá næmingunum er hetta ein hugalig tíð. Teir hitta floksfelagar aftur, sum teir kanska ikki hava havt nakað serligt samband við í summarfrítíðini. Er nakar nýggjur næmingur í flokkinum? Hvussu við lærarunum? Fáa vit nakran lærara, sum vit ikki kenna, ella vera tað teir somu lærararnir, sum vera um okkum hetta skúlaaárið? Jú, hetta er sanniliga ein tíð við spenningi og í onkrum føri við ørkymlan.
Fak- og tímabýti er ein lítil partur av arbeiðinum hjá leiðslunum. Hetta arbeiðið hevur tó stóra ávirkan á allan komandi veturin hjá bæði lærarum og næmingum. Tí hevur tað stóran týdning, at leiðslur leggja seg eftir at leggja skema og tímabýti so væl sum til ber. Tað hevur stóran týdning fyri læraran, at hann undirvísir í teimum fakunum, sum hann hevur best hegni í og størst áhuga fyri. Tá gerst undirvísingin kveikjandi og áhugaverd.
Tað er munandi lættari at leggja undirvísingina til rættis, tá lærarin kennir næmingarnar. Tá vit fáa nýggjar flokkar, kann tað taka tíð at koma á rætta lagið. Hjá lærarum og næmingum í fyrsta flokki er alt nýtt. Næmingarnir skulu finna seg til rættis í skúlanum. Her eru nógv nýggj andlit, samstundis er dagurin skipaður nógv øðrvísi enn, hvat dagurin í barnagarðinum var. Hjá teimum, sum longu hava verið í skúlanum eina tíð, er lættari at koma aftur á lagið. Tað koma og fara bæði næmingar og starvsfólk á skúlunum kring landið. Vónandi fara tey, sum júst nú eru komin í skúlan, at trívast væl, og vónandi gera vit øll í hvør sínum lagi tað, vit kunnu, fyri at øll kenna seg væl og fara at trívast hendan komandi veturin.
Vónandi fara vit øll aftur í ár til arbeiðis við góðum treysti. Eftir eina góða og væluppiborna feriu er altíð gott at koma í sving. Góðan arbeiðshug øll somul.
Mynd: Ólavur Frederiksen