Tíðindi

Vánaligari karakterir í barnaskúlanum hægri frávera í miðnámsskúlanum

Næmingar, sum eru nógv burtur úr skúla, tá ið teir ganga á miðnámi, eru eisini teir næmingar, sum fingu vánaligastu karakterirnar til endaligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum. Tað vísir ein nýggj uppgerð, sum nágreinar fráveruna hjá næmingum, sum ganga í miðnámi í Danmark.

11.08.2023

Næmingar, sum fóru úr fólkaskúlanum við lægstu karakterunum, hava hægstu fráveruna í miðnámsskúlanum. Tað vísir ein nýggj uppgerð, sum danska Barna- og útbúgvingarmálaráðið júst hevur gjørt. Uppgerðin nágreinar fráveruna hjá næmingum, sum ganga í miðnámi og øðrum líknandi útbúgvingum fyri ungfólk. Næmingar við undir 4 í miðal í fólkaskúlanum høvdu í miðal 18 prosent fráveru frá tímunum í miðnámi. Næmingar við 10 ella hægri í miðal høvdu hinvegin 8 prosent í fráveru.

Hetta er fyrstu ferð, at danska Barna- og útbúgvingarmálaráðið almannakunnger dátu um fráveru í miðnámsútbúgvingunum. Dátuinnsavningin fór í gongd fyri nøkrum árum síðan, tá ið avgerð var tikin um, at allir skúlar og útbúgvingarstovnar skulu boða frá fráveru hjá næmingum.

Yvirskipað vísa úrslitini, at fráveran hjá næmingum er hægri í útbúgvingunum, sum taka tvey ár (18-20 prosent), samanborið við útbúgvingarnar, sum vara í trý ár (9-10 prosent). Harumframt vísir uppgerðin, at fráveran er lægst í byrjanini á skúlaárinum, og so veksur hon so líðandi út á heystið og inn í veturin. Tá ið talan er um útbúgvingarnar, sum taka trý ár, er minni munur millum árgangirnar, tí lægst frávera í 1.g og hægst í 3.g.

Uppgerðin vísir eisini, at meginparturin av næmingunum í miðnámsútbúgvingunum hava 10 prosent í fráveru ella undir tað. Tað er munandi fleiri næmingar í útbúgvingunum, sum taka tvey ár (HF og STX), sum hava meiri enn 30 prosent í fráveru samanborið við næmingarnar á útbúgvingunum, sum taka trý ár – 3-4 prosent.  

Í dag eru miðsnámsútbúgvingarnar beinleiðis framhald av fólkaskúlanum fyri nógv tey flestu ungu. Tað skulu vit gera upp við. Eg vil hava eitt kjak um, hvør eigur at fara í miðnám. Tað skal helst vera tey ungu, sum vilja hava eitt høgt bókligt støði og sum hava bóklig evni at fáa eina góða miðnámsútbúgving og møguleika at gjøgnumføra eina víðari útbúgving aftaná. Øll ung skulu hava møguleikan at fylgja sínum dreymum, um tey hava evni til tað og vilja arbeiða fyri at røkka teimum, men tølini benda á, at summi av teimum ungu høvdu trivist betur við at fara aðra útbúgvingarleið enn miðnám, sigur Mattias Tesfaye, barna- og útbúgvingarmálaráðharri.

Tað er ein røð av viðurskiftum, sum eru liggja til grund fyri uppgerðini av fráveru á miðnámsútbúgvingunum. Tað snýr seg til dømis um ymsar mátar at skráseta fráveru frá skúla til skúla og lærara til lærara. Harumframt kunnu vit ikki út frá uppgerðini meta um, hví næmingurin er burtur frá skúla. Tað kann vera talan um sjúku, seinking ella aðra fráevru.

Høvuðsúrslitini í uppgerðini

Næmingar við lægstu karakterurm í fólkaskúlanum hægst fráveru:

Næmingar við undir 4 í miðal eru burtur í miðal 18 prosent. Næmingar við millum 4 og 7 eru burtur 14 prosent í miðal, næmingar við millum 7 og 10 eru burtur 10 prosent í miðal og næmingar við 10 og hægri eru burtur 8 prosent í miðal.

Fráveran munandi hægri á tvey ára útbúgvingunum samanborið við tær, sum taka trý ár:

Fráveran á útbúgvingunum, sum vara trý ár, var í miðal 9-10 prosent skúlaárið 2021/2022. Til samanberingar var talan um 18-20 prosent sama tíðarskeið á útbúgvingunum, sum vara tvey ár.

Meginparturin av næmingunum 10 prosent fráveru og minni:

Meiri enn helmingurin av næmingunum – (56 prosent) – á miðnámsútbúgvingunum hava 10 prosent ella minni í fráveru skúlaárið 2021/2022, meðan 5 prosent av næmingunum á miðnámsútbúgvingunum hava meiri enn 30 prosent í fráveru. Ein munandi størri partur av næmingunum á útbúgvingunum, sum taka tvey ár, hava meiri enn 30 prosent í fráveru – (20-26 prosent) samanborið við næmingarnar á drúgvaru útbúgvingunum – (3-4 prosent).

Fráveran minkar samsvarandi útbúgvingarstiginum hjá foreldrunum:

Næmingar, hvørs foreldur hava fólkaskúlan sum hægst gjøgnumførdu útbúgving, hava 14 prosent í fráveru. Næmingar, hvørs foreldur hava eina vinnu- ella miðnámsútbúgving sum hægstu útbúgving, hava umleið 12-13 prosent í fráveru, meðan næmingar, hvørs foreldur hava eina hægri útbúgving hava 10 prosent í fráveru.

Kelda: uvm.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni