Tíðindi

Vánalig sálarheilsa kann hava stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá ungum

Fíggjarligu viðurskiftini hjá familjuni hava nógv at siga fyri, um ungfólk við sálarligum trupulleikum fullføra miðnámsskúlan ella annan skúla eftir fólkaskúlan.

18.03.2022

Tað kann fáa stórar avleiðingar fyri børn og ung við sálarligum avbjóðingum, um tey ikki fáa ta hjálp og viðgerð, teimum tørvar. Nýggj gransking vísir, at ung, sum koma úr heimum, har fíggjarligu viðurskiftini eru vánalig, eru ringast fyri, tá ið talan er um at fullføra skúla og útbúgving eftir fólkaskúlan. Tað letur tí til, at hesi ungu rinda ein hægri prís fyri, at skipanin ikki megnar at hjálpa øllum.

Fráfall álvarsamur trupulleiki

Lestrarførleikarnir eru á mangan hátt atgongumerkið til hægri útbúgving og síðan portrið til arbeiðslívið. Í Noregi vilja tey, at øll skulu hava somu møguleikar at gjøgnumføra eina útbúgving treytaleyst av, hvussu familjubakgrundin er. Tað elvir tí til stúran, at møguleikin fyri at gjøgnumføra útbúgvingina eftir fólkaskúlan sær út til at vera treytað av, hvussu fíggjarligu viðurskiftini hjá foreldrunum eru. Kanningin vísir, at fíggjarligu viðurskiftini hjá familjuni ikki hava sama týdning fyri dreingir sum fyri gentur.

Í doktararitgerðini hjá Mariu Reinholdt Jensen verður kannað, hvat familjubakgrundin hevur at siga fyri, um ung við sálaravbjóðingum megna at fullføra skúla og útbúgving eftir fólkaskúlan. Tað er eitt politiskt mál, at so nógv sum til fullføra skúla og útbúgving.

Pengar ein háttur til skjótari hjálp

Eitt av úrslitunum í kanningini hjá Mariu Reinholdt Jensen er, at færri pengar ein familja hevur at ráða yvir, verri eru sannlíkindini fyri, at ein næmingur við sálarligum trupulleikum fullførir eina útbúgving. Hetta er í størri mun galdandi fyri gentur samanborið við dreingir.

Tá ið ung stríðast sálarliga, er tað umráðandi at fáa hjálp skjótt. Men tað hevur leingi verið ein trupulleiki, at bíðitíðin at sleppa framat barna- og ungdómspsykiatriini er lang. Tað merkir, at børn og ung bíða í fleiri mánaðir fyri at fáa røttu viðgerðina.

Ein møgulig frágreiðing um munirnar, sum tey hava eygleitt viðvíkjandi tí at gera skúlan lidnan, kann vera, at størri fíggjarligt rásarúm letur upp fyri møguleikum at leita sær hjálp hjá privatum sálarfrøðingum. Tískil er næmingar, sum koma úr heimum, ið eru væl fyri fíggjarliga, betur fyri at fáa skjóta hjálp og viðgerð, samanborið við tey, sum ikki eru væl fyri og sum tí enda aftast í røðini at fáa hjálp.

Fíggjarligar umstøður kunnu eisini lata upp fyri øðrum stuðli, so sum privatari lektiuhjálp. Tað kunnu vera orsakirnar til, hví ung við sálarligum avbjóðingum í størri mun fullføra skúlan, um tey koma úr heimum, sum eru væl fyri fíggjarliga.

Kanningin vísir, at fíggjarligu viðurskiftini hjá familjuni ikki hava sama týdning fyri dreingir sum gentur.

Dreingir eru minni opnir um sálarligar trupulleikar enn gentur

Hóast greiningarnar í hesi kanningini ikki siga nakað um kynsmunirnar, sum koma til sjóndar, kann gransking, sum áður er gjørd, siga eitt sindur um orsakirnar.

Eldri gransking hevur víst, at dreingir halda, at tað er trupult at tosa um sálartrupulleikar (Grace et al., 2018). Tað kann tí vera orsøk til at halda, at dreingir í minni mun enn gentur leita sær hjálp og stuðul hjá familjuni, tá tey stríðast sálarliga.

Um dreingir í minni mun brúka familjuna og ikki biðja um hjálp, er ringt hjá familjuni at gera nakað. Tú kanst siga, at orkan hjá familjuni ikki verður gagnnýtt. Hetta kann vera ein orsøk til, at orkan hjá familjuni ikki sær út til at hava nakað at siga fyri, um ungfólk fullføra skúlan eftir fólkaskúlan ella ikki. Tað kann eisini hugsast, at dreingir í minni mun leita sær professiónella hjálp, tá ið teir hava tað ringt sálarliga. Til dømis kann gáttin hjá dreingjum at venda sær til heilsufrøðingin í skúlanum tykjast hægri enn hjá gentum. Avleiðingin av hesum er, at heilsustøðan hjá dreingjum, sum seta seg í samband við heilsuverkuverkið, er verri enn hjá gentum.

Um dreingirnir eru sjúkari, tá ið teir fáa hjálp enn genturnar eru, kann tað vera ein frágreiðing um kynsmunirnar, sum koma fram í kanningini. Tí ert tú ógvuliga sjúk, hevur tað sannlíkt minni at siga, um foreldrini eru væl fyri sálarliga ella ikki. Tað, sum er komið fram í hesi kanningini, vísir, at tað er neyðugt at hyggja nærri at, hvørjar orsakirnar eru til, at fíggjarstøðan hjá familjunum hevur ymiskt at siga fyri gentur og dreingir, um tey gjøgnumføra miðnám.

Øll eiga at fáa hjálp

Vantandi viðgerð kann hava stórar avleiðingar fyri tey ungu. Lívið verður sett í bíðistøðu, og framtíðin verður óviss. Úrslitini frá kanningini vísa, at ung úr familjum, sum eru illa fyri fíggjarliga, verða harðari rakt, og tey rinda ein hægri prís fyri, at skipanin ikki er ment at hjálpa øllum. Framtíðin hjá teimum ungu eigur at verða tikin í álvara og tryggja, at øll børn og ung fáa so góða og skjóta hjálp sum til ber.

Greinin byggir á granskingargreinina «Adolescent Mental Health Disorders and Upper Secondary School Completion – The Role of Family Resources»

Úrslitini byggja á eina kvantitativa kanning av øllum, sum eru fødd í Noregi í 1996 og sum fóru undir útbúgving ella skúla eftir lokið fólkaskúlaprógv í 2012. Kanningin hevur fylgt einum bólki á 53.187 einstaklingum frá 2009 til 2017.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni