Tíðindi

Við vitan gerast vit betri

Orðblindalærarar hava nú virkað í fólkaskúlanum síðan august 2015. Ein eftirútbúgving, sum var tiltrongd, og sum er næmingunum at gagni. Tá man nú hevur arbeitt eina tíð, sær man eisini, hvør tørvurin er, og hvørji manglar eru. Mangul er ikki á ágrýtnum fólki, men heldur á amboðum, ið kunnu lætta um hjá orðblindum næmingum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

15.12.2015

Eg var fyri stuttari tíð síðan á aðalfundi hjá orðblindafelagnum, har orð var sett á tær avbjóðingar, ið orðblindalærarin stendur yvirfyri dagliga. Fyrst er tað CD-orð, ið er ein dýr skipan hjá skúlum at keypa, men sum er alneyðug hjá hesum næmingum. Vit hava orðabankan, ið fyribils er ein ókeypis skipan til allar næmingar í fólkaskúlanum, men hon er ikki nóg góð enn. Arbeiðast má við at betra um hann. Tí hevði tað verið ein nógv betri loysn, um ein avtalað var gjørd, soleiðis at CD-orð stóð øllum næmingum í boði. Lærarar skulu hjálpa næmingum við CD-orð-forritinum, og tí er neyðugt við vegleiðing. Forritið hevur nógvar møguleikar, sum skulu nýtast til fulnar. Onnur forrit eru eisini, sum stuðla undir arbeiðið hjá næmingunum, men ongin skipað tilgongd er, sum kann hjálpa lærarum og næmingum at velja bestu loysnina. Sjálvt um gerandisdagurin hjá orðblindum hevur hesar avbjóðingar, so fara teir til próvtøku eins og øll onnur, og tá kemur ofta fyri, at uppgávurnar ikki eru tillagaðar soleiðis, at tær kunnu brúkast saman við t.d. CD-orð.

Tað eru lærarar, ið hava arbeitt við orðblindum í nøkur ár. Hetta er tó mest uttan fyri skúlans gátt, og við ungum og vaksnum. Hesir lærarar hava eina vitan, sum hevði verið góð at fingið deilt við aðrar lærarar, hetta kundi verið gjørt í einum orðblindaráði. Eitt ráð, sum hevur fingurin á pulsinum, og sum kann stinga út í kortið, hvør leið er best at ganga. Eitt stað, har onnur kunnu leita sær ráð, bæði fakfólk og einstaklingar.

Vit hava fleiri ljóðbøkur á føroyskum, og tað er ein hjálp, men tað hevði verið munandi betri, um bøkurnar vóru tøkar sum PDF, tí so kundu næmingarnir fingið tekstin lisnan upp í sjálvvaldari ferð, og teir kundu fylgt við. Nakrar føroyskar bøkur eru ávegis í E17, og er tað eitt stig á leiðini, sum vónandi fer at halda fram.

Sum nú er, er eingin lóg, sum tryggjar orðblindum undirvísing, sum tað er í Danmark. Har er tað staðfest, hvørji rættindi tú hevur sum orðblindur. Ein tílík lóg hevði lætt munandi um, tí tey orðblindu kenna seg slept upp á fjall. Tey vita snøgt sagt ikki, hvar tey skulu venda sær at fáa hjálp, um so er, at tey sum vaksin ynskja tað.

Sum ikki einaferð, so snýr hetta seg eisini um tímajáttan, men ikki bert. Tað eru manglar, tí vit eru júst byrjað, og øll byrjan er trilvandi. Tí er neyðugt at seta orð á og byggja land.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni