Tíðindi
28.10.2015
Við í tiltakinum í Nólsoy verða umframt Nólsoyar skúli eisini Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli og Frískúlin í Havn. Tiltakið vendir sær til miðdeild og hádeild, t.v.s. frá uml. 4 fl. og uppeftir.
Við “Seturstokinum” eru starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetrinum, og evnini verða rættiliga fjølbroytt, bæði innan náttúruvísindi og hugvísindi. Eisini framførir Rógvi Dam einmansleik um happing.
Fyrraparturin verður skipaður við verkstovum. Seinnaparturin byrjar við við einmansleiki um happing, sum er ætlaður skúlabørnum. Síðan verður farið undir onnur tiltøk, har bæði smærri børn og vaksin eru sera vælkomin.
Foreldur og onnur eru sera vælkomin at koma út til Nólsoyar at uppliva Seturstokið seinnapartin. Báturin siglir úr Tórshavn kl. 12.30. Skráin er løgd soleiðis til rættis, at eisini ber til at koma út við bátinum kl. 16.20 úr Havn og uppliva bæði vísindareyp, tónleik og framsýningar. Sí skránna niðanfyri.
Fyribilsskrá fyri tiltakið “Seturstokið í Nólsoy”
http://www.nolsoyarskuli.fo/?p=485