Tíðindi
20.01.2022
Fyrstu síðurnar í nýggja tilfarinum Gaia til 4. flokk eru um koppseting. Greitt verður frá søguni um Edward Jenner, sum brúkti átta ára gamla James Phipps sum royndarkanin og veitti honum koppasmittu fleiri ferðir, meðan hann vaks upp. Edward lærdi nógv av hesari royndini, og ikki kann sigast annað, enn at hendan royndin hevur bjargað nógvum milliónum menniskjum kring allan heimin.
Søgan leggur lunnar undir eitt kjak um etikk, um gransking sum heild og um, hvussu vit menniskju vita tað, vit vita. Evnið er gransking, og miðað verður ímóti, at næmingarnir við Gaia ogna sær ein vísindaligan arbeiðs- og hugsanarhátt. Dentur verður lagdur á at stimbra forvitni, skapa upplivingar og at eggja næmingunum at arbeiða víðari við egnum undranarspurningum.
Næmingalagað undirvísing
Gaia 4-6 leggur upp til eina smidliga differentiering, sum ger tað lættari at laga lærutilfarið til einstaka næmingin.
Hvør kapittul er bygdur upp soleiðis:
• Fyrsta uppslag – kapittulmynd og yvirlit yvir lærumál
Lesi- og skriviveikir næmingar eiga at verða eggjaðir til at nýta kapittulmyndina í verki.
• Kjarnatekstur – merktur við bláum yvirskriftum
Hesi uppsløgini fevna um týdningarmesta tilfarið - tað, sum vit halda, allir næmingar eiga at vita nakað um. Málið er einfalt, og trupul orð verða útgreinað.
• Grønir ískoytistekstir
Grønu ískoytistekstirnir standa fyri seg og eru sjálvstøðugir tekstir við hvør sínum undirevni. Næmingar, sum ikki klára at lesa ískoytistekstirnar, fáa høvi at velja tann ella teir tekstirnar, sum teir hava bestan hug at lesa. Mál og innihald í grønu ískoytistekstunum er upp á seg einfalt.
• Reyðir ískoytistekstir
Reyðu ískoytistekstirnir standa eisini fyri seg sum sjálvstøðugir tekstir við hvør sínum undirevni. Mál og innihald í teimum er eitt sindur torførari enn í grønu ískoytistekstunum.
• Samandráttur
Hvør kapittul endar við samandrátti. Øll høvuðspunktini í kapitlinum eru nevnd her.
4. flokkur og faklig lesing
4. flokkur er árið, har næmingarnir so smátt fara at læra at lesa og greina faktekst. Hetta er ein førleiki, sum skal ognast so líðandi øll árini frameftir, og Gaiarøðin er gott grundstøði undir hesari tilgongdini. Nýggjari lesigransking vísir, at forfatanin hevur týdning fyri lesifatanina. Í Gaia verður lagt upp fyri hesum. Á kapittulmyndini eru týdningarmestu partarnir í øllum kapitlinum, bæði frá bláu, grønu og frá reyðu síðunum. Kapittulmyndirnar eru sergjørdar, soleiðis at tær kunna og upplýsa sum mest. Tí eru tær eisini serstakliga væl egnaðar til innleiðslu, samandrátt og endurtøku.
4. flokkur er eisini árið, har næmingarnir skulu læra nógv nýggj fakorð og hugtøk. At seta orð á náttúruna er eitt mál í sjálvum sær, tað gevur næmingunum ein pall at arbeiða út frá. Týdningarmestu orðini og hugtøkini eru fremst í hvørjum kapitli í lærarabókini.
Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2021