Tíðindi
01.11.2024
Vitlíki kann vera ógviliga hjálpsamt, til dømis leita fram upplýsingar fyri teg, tá ið tú gert skúlating. Tað kann hjálpa tær at læra meiri, men svarið, sum vitlíki gevur tær, kann eisini vera skeivt.
Tú kanst eisini brúka vitlíki til at skriva uppgávur fyri teg. Tað ger, at lærarar koma í eina trupla støðu, tí hvussu kunnu teir vita, um næmingarnir snýta? At lata uppgávur inn, sum tú ikki hevur skrivað sjálv ella sjálvur, er snýt.
Hevur kannað 750 næmingar
Higartil vita vit ikki nógv um, hvussu vitlíki verður brúkt í skúlanum. Amboðið er so nýtt, at granskarar hava ikki havt tíð at granska so nógv í tí. Nú hava granskarar í Svøríki gjørt eina kanning, sum sambært teimum er tann fyrsta av sínum slag. Teir hava kannað, hvussu 750 næmingar brúka vitlíki, og hvat gagn teir hava av hesum amboðnum. Næmingarnir, sum hava tikið lut í kanningini, er í aldrinum 12 til 19 ár.
Gott til at gera eina uppgávu lidna
Granskarar síggja í kanningini, at ChatGPT ella vitlíki er tað amboðið við eftirgjørdum viti, sum flestu næmingar brúka, men teir gjørdist eisini ovfarnir av onkrum úrsliti. Tað er teir næmingarnir, sum stríðast mest í skúlanum, sum hava størsta gagnið av hesum amboðnum. Tað er teir næmingarnir, sum hava ringast við at hugsavna seg, umframt ringast við at leggja ætlanir fyri, hvussu teir skulu arbeiða og at gera eftir boðum – hesir fingu mestu nyttuna av at brúka vitlíki og meiri enn næmingar, sum frammanundan klára seg væl. Serliga stórt gagn vísti vitlíki at hava at gera ein uppgávu lidna.
Eiga ikki at gera ov nógv av
Granskarar halda, at eftirgjørt vit kann vera gagnligt hjá næmingum, sum hava tað trupult fakliga í skúlanum. Kortini eiga vit ikki at gera ov nógv av og brúka vitlíki ov nógv. Tí vit vita framvegis ikki nógv nógv um, hvussu nógv næmingar í grundini læra av at brúka vitlíki. Hetta eigur at verða granskað nærri, halda granskararnir. Teir halda, at tað hevur týdning at kjakast um, hvar markið er millum at brúka hjálpartól sum vitlíki og at snýta.
Kelda: forskning.no
Mynd. iStock