Tíðindi

Vitan, veruleiki og visjón um happing

Vitan, veruleiki og visjón um happing … Skúlin sum slóðbrótari. Hetta er heitið á ráðstevnu, sum allir lærarar fólkaskúlans skulu á í komandi viku.

05.11.2015

 

Ráðstevnan er í Skúlanum við Løkin hósdagin fyri lærarum í Norðoyggjum og Eysturoynni, og Skúlanum á Løgmannabreyt fríggjadagin fyri lærarum í Streymoynni, Sandoynni, Nólsoynni, Vágoynni og Suðuroynni.

 

Ráðstevnan byrjar klokkan 9.30, tá ið landsstýriskvinnan við skúlamálum, Rigmor Dam, setir stevnuna. Fyrraparturin er ástøðiligi parturin, har Katrin av Kák, sálarfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, og Olga Biskupstø, samfelagsfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, kunna um kanningina, sum varð gjørd í fjør heyst um happing. Kanningin, sum varð almannakunngjørd í vár, verður løgd fram í tølum og fyribrigdum.

 

Dorte Marie Søndergaard, professari í sosialsálarfrøði á Danmarks Pedagogiska Universiteti, leggur fram hugtøk um happing.

 

Eftir ein steðg er verkligi parturin, har Helle Rabøl Hansen, juristur og phd. í námsfrøðiligari sálarfrøði á Danmarks Pedagogiska Universiteti, greiðir frá um happing og skúlafloksmentan. Eftir døgurðasteðg fer Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og Skúla, at hava eitt upplegg um, hvussu ein góð trivnaðarætlan sæð úr sjónarhorninum hjá Heimi og skúla sær út.

 

Lærarar hava høvi at seta spurningar. Seinnapartin vera arbeiðsbólkar, og klokkan 15.30 verður tikið saman um ástøðiliga og verkliga partin. Hvør skal kósin vera? Fyrilestrarhaldarar saman við orðstýrara o.ø. taka samanum, og landsstýriskvinnan endar. Birgir Kruse, ritstjóri, er orðstýrari.

 

Endamál við ráðstevnuni

At varpa ljós á nýggjastu kanningina um happing í fólkaskúlanum. Lýsa og grundgeva fyri ástøðini handan kanningina, kortleggja happing í tølum og fyribrigdum, sum næmingar siga frá.

 

At varpa ljós á feska altjóða gransking innan happing. Hvørji rák gera seg galdandi nú, hvussu verður happing fatað aðrastaðni, og hvat krevur tað av læraranum og skúlanum?

 

At skapa eina felags endurskoðaða fatan av happing. Seta spurningar við og gruna yvir, hvussu nýggja vitanin skal vera viðvirkandi til broytt virki í arbeiðnum at fyribyrgja og basa happing. Hvussu skulu vit brúka endurskoðaðu fatanina í skúlanum?

 

Gestarøðarar eru Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen frá DPU.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni