Tíðindi

Vit taka ikki frá nøkrum fyri at lata øðrum

- Tá ið talan er um ábøtur, sum arbeiðsgevarin eigur at gera í skúlanum, eru tað ikki limirnir í Føroya Lærarafelag, sum skulu rinda fyri tað, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

14.03.2016

Fríggjadagin 4. mars skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið undir semju; samráðingarnar hava vart síðan juni í fjør.
- Hóast tað er gingin long tíð frá tí, at vit fóru undir at samráðast, til semjan varð undirskrivað, hava vit ikki havt so nógvar fundir. Samanborið við undanfarnar samráðingar hava vit vent nógvum evnum av ymiskum slagi og tosað gjølla um skúlamál og skúlaviðurskifti; tað merkir tó ikki, at hetta sæst aftur á tí, vit fingu ígjøgnum. Vit fegnast kortini um, at tíð hevur verið sett av til hetta prátið um skúlaviðurskifti, tí tað hava vit mangan saknað. Sum felag hava vit eina rúgvu av hugskotum og uppskotum um, hvussu vit kunnu bøta um ymisk viðurskifti, og vanliga hevur tað verið soleiðis, at vit verða møtt við, at samráðingarparturin sigur, at einki ber til, tí tað kostar, og so steðgar orðaskiftið sigur Herálvur Jacobsen.

Tá ið Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið fara undir samráðingar, so hava báðir partar krøv og mótkrøv; siðvenjan síðstu árini hevur tó verið, at Fíggjarmálaráðið vil hava Lærarafelag at lata av vundnum rættindum fyri at fáa eitt nýtt krav ígjøgnum. Hetta heldur felagið vera ein óskikkur.
- Tá ið talan er um ábøtur, sum arbeiðsgevarin eigur at gera í skúlanum, eru tað ikki limirnir í Føroya Lærarafelag, sum skulu rinda fyri tað. Vit kunnu ikki taka frá einum parti av okkara limum fyri at geva einum øðrum. Hetta er ein háttur, sum hevur sníkt seg inn í samráðingarnar, og sum vit undir ongum umstøðum taka undir við.

Semjan ber í sær, at tann 1. oktober í fjør hækkaði mánaðarlønin 2,25 %, og 1. oktober 2016 hækkar hon aftur 1,9 %. Umframt eru dagføringar gjørdar í ásetingunum um rættiniðurskurð, og skipan verður sett í verk við akkersfólki til nýútbúnar lærarar.
- Lønarhækkingarnar eru tað sama, sum onnur feløg hava fingið.  Rættiniðurskurðurin verður minkaður í og við, at talgildar uppgávur koma; hesin parturin av arbeiðinum hjá lærarum verður minni. Fegnast eri eg um, at vit loksins fáa eina skipan við akkersfólki. Frá komandi skúlaári fær hvør einasti nýútbúni lærari eitt kontaktfólk knýtt at sær; viðkomandi hevur til uppgávu at seta tann nýútbúna læraran inn í øll viðurskifti í skúlanum og at vera til hjálpar at vegleiða og kunna um alt, sum tann nýútbúni hevur tørv á.

Sambært nýggju semjuni fáa skúlaleiðarar samsýning fyri skúlastýrisfundir.
- Tann margháttliga støðan hevur verið, at skúlaleiðarin sum fastur limur og skrivari í skúlastýrinum hevur verið tann einasti, sum ikki hevur fingið fundarpengar. Nú er hetta broytt. Hvørki hetta ella skipanin við akkersfólki eru kostnaðarmiklar ábøtur.

Eitt av krøvunum, sum Lærarafelagið hevði til samráðingarnar, var at fáa sett skipanina við sjálvstýrandi toymum í verk fyri allar skúlar. Skipanin er framvegis ein royndarskipan. Henda skipan hevur við sær, at lærararnir fáa eitt lønarískoytið á kr 12.000 um árið fyri at virka í toyminum, samskiparin av toyminum fær kr. 16.000 um árið.
- Skuldu vit fingið hesa skipanina ígjøgnum, skuldu vit lata meira enn vit vildu. Hetta er ein sera løgin støða; vit vita, at tað eru fleiri skúlar, størri og minni, sum arbeiða burturav við sjálvstýrandi toymum og sum fara undir hesa skipan í næstum, men hesir skúlar koma ikki undir skipanina um sjálvstýrandi toymi, sjálvt um teir lúka treytirnar. Ivaleyst er skipanin dýr, men hon er neyðug.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni