Tíðindi

Vit síggja í verki, at tvílæraraskipanin gagnar næmingunum

Í innskúlingini arbeiða vit væl saman um tvílæraraskipanina, og tað gevur aðrar og nýggjar møguleikar, sum gera skúladagin innihaldsríkari bæði fyri næmingar og lærarar. Vit síggja í verki, at tvílæraraskipanin gagnar næmingunum og gevur okkum meira tíð til einstaka næmingin og saman við næmingunum. Tað siga Jónfríð Foldbo og Elin Maria Sørensen, sum báðar eru flokslærarar í 1. flokki.

08.01.2025

Á Skúlatrøð í Klaksvík hava tey seinastu árini gjørt sær góðar royndir við tvílæraraskipan. Vanligt var, sum vit øll vita, við einum lærara, sum undirvísti í einum flokki í eini ávísari lærugrein ein tíma her og ein tíma har. Tað er í grundini hesa námsfrøðiligu hugsanina, sum tvílæraraskipanin ger upp við.

- Tá ið vit nú longu fyri mongum árum síðani byrjaðu við tvílæraraskipan, var tað eitt frambrot. Tá var tvílæraraskipanin tó skipað soleiðis, at tímarnir vóru býttir millum tveir lærarar, har bara annar var flokslærari og hevði evstu ábyrgd. Við tíðini gjørdist saknurin, at tað vóru tveir flokslærarar um flokkin við somu ábyrgd og vóru tvílærarar hjá hvørjum øðrum. Við tí komu lærarar eisini at kenna einstaka næmingin betur. Skipanin var ikki nóg málrættað og ov uppbýtt, sigur Jónfríð Foldbo og heldur fram:

- Av somu orsøk kom ynski frá lærarum til leiðsluna um at umskipa tvílæraraskipanina, so hon greitt legði upp til, at tveir lærarar gjørdust flokslærarar við somu ábyrgd fyri trivnaði og læring. Í dag síggja vit úrslit av tí, og vit eru nøgd við tvílæraraskipanina, sum hon virkar í dag.

Tvílæraraskipanin tekur støði í samstarvi í undirvísing, har fleiri enn ein lærari er í flokkinum fyri at fáa fjølbroyttari og meira inkluderandi undirvísing. Her verður fyrireiking, felags meginreglur og sjálv undirvísingin skipað í felag millum lærararnar, vísa Jónfríð Foldbo og Elin Maria Sørensen á.

- Fyrimunurin er, at nú kunnu vit arbeiða á líka føti, og vit náa fleiri næmingum. Nú standi eg ikki einsamøll við øllum, tí eg havi ikki einsamøll ábyrgdina. Fyrr kundi eg ikki vænta tað sama, tí báðir høvdu ikki somu ábyrgd. Nú kann eg fyrireika øll viðurskifti, sum viðvíkja skúladegnum saman við Elin Mariu, tí ábyrgdin er lutað okkara millum, og ognarkenslan er av tí sama ein onnur, sigur Jónfríð Foldbo.

Elin Maria Sørensen situr og nikkar og vísir á, at hinvegin er neyðugt, at lærarar í tvílæraraskipan duga at samstarva og at brúka hvønn annan.

- Tað, sum mær dámar best við tvílæraraskipanini, er, at vit hava betri tíð. Vit koma sum lærarar í skúla, og skúlin er sjálvandi bygdur á undirvísing, men her eru so ómetaliga nógv onnur viðurskifti, sum fylla í skúladegnum. Til dømis kann ein næmingur hava gloymt matpakkan, onkur er ikki møttur til tíðina, ein kann vera dottin í fríkorterinum ella hevur fingið ilt í búkin. Onkuntíð mugu vit ringja heim, og soleiðis fylla øll hesi praktisku tingini nógv, og best er í flestu førum at taka tað upp alt fyri eitt.

Báðar vísa víðari á, at skjótt er til, at bæði lærarar og næmingar missa uppmerksemið, tí tað er so nógv annað at taka sær av. Við einum lærara kunnu næmingarnir bara sita og bíða, meðan annar lærarin brúkar tíð til annað enn undirvísing.

- Nú vit eru tvær, er avgjørdi fyrimunurin fyri allar partar, at vit eisini hava tíð til praktiska partin, sum jú er og verður ein púra natúrliga partur av einum og hvørjum skúladegi. Tað er ein fyrimunur, at lærarar skjótt fáa loyst hasar uppgávurnar og til dømis fáa tíð at tosa við næmingar, um tørvur er á einum práti, heldur Jónfríð Foldbo fram.  

Tóra við Keldu hevur skrivað. Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni