Tíðindi
05.11.2020
Í løgmansrøðuni á ólavsøku var sagt, at fólkaskúlin skal menna og kveikja næmingarnar, og tí er neyðugt við einum tíðarhóskandi skúla. Vit hava spurt landsstýrismannin við skúlamálum, hvat liggur í hesum útsøgnunum, at vit skulu hava ein tíðarhóskandi skúla, og hvørt hann metir, um vit hava ein tíðarhóskandi skúla ella ikki.
- Sum landsstýrismaður leggi eg stóra áherðslu á, at vit hava ein fólkaskúla, sum kann rúma øllum næmingum, har allir næmingar trívast og fáa sínar avbjóðingar. Eg seti trivnaðin í hásæti, at vit forða happing, og eg leggi stóran dent á fjølbroytni bæði námsfrøðiliga og fakliga. Næmingar eiga bæði at kunna menna síni fakligu og kreativu evni, og tí fari eg at hyggja nærri eftir umstøðunum at veita nøktandi undirvísing og samskipan millum fakligu og kreativu lærugreinarnar, har ma. tímatalið í einstøku lærugreinunum kann verða ein liður í eftirmetingini.
Vit hava á nógvan hátt ein tíðarhóskandi skúla, heldur landsstýrismaður, men tað er tørvur á ábøtum.
- Sum við øllum skipanum, so kunnu vit betra um ymisk viðurskifti m.a. trivnaðin, samspælið millum fakligar og musiskt kreativar lærugreinir, fakliga førleikan í grundlærugreinunum, íverksetan og tilboð til næmingar, ið hava serligar avbjóðingar. Vit skulu hava eina hóskandi javnvág millum tað fakliga og kreativa.
Lærarafelagið hevur víst á, at lærugreinabýtið og námsætlaninar eru ótíðarhóskandi.
Sjøtul er júst settur á arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar, og fari eg saman við mínum starvsfólkum at fylgja hesum arbeiði og at samskifta við viðkomandi áhugapartar sum Føroya Lærarafeg og Felagið Heim og skúla.