Tíðindi
07.12.2016
Vit skulu fegnast um, at føroyski fólkaskúlin er á rættari kós. Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá ið hon fekk handað PISA-frágreiðingina gjáramorgunin.
- Endamálið er ikki at kappast við hini londini, men í størri mun at vísa á, hvat vit kunnu gera betur, til dømis at fáa vitan um, hvar eru vit sterk, og hvar eru vit veik; PISA-kanningin er bara ein máti at kanna hesi viðurskiftini, eitt amboð av nógvum.
Skuldu vit bara stýrt eftir, hvat PISA og OECD, sum er ein búskaparstovnur, seta sum mál fyri læring, høvdu vit ikki fingið so nógv litbrigdi inn í fólkaskúlan, heldur landsstýriskvinnan.
- Vit ynskja ein litríkan fólkaskúla; tað er so nógv annað í fólkaskúlanum enn júst tað PISA kannar, sum hevur týdning. Spurningurin er, um vit ikki eiga at vera nøgd við at liggja, har vit liggja á PISA-stiganum, tí vit vita, at vit hava eitt ógvuliga framkomið samfelag; vit skulu minnast til, at vit hava bygt tað upp við teimum førleikum, sum vit hava fingið í fólkaskúlanum eitt nú. Endamálið skal tí ikki vera, at vit fyri hvørja PISA-kanning gerast betri og betri og at enda ovast á PISA-stiganum, tí tá kann nógv gott detta av í svinginum; tí skulu vit vera varin, tá vit seta mál.
At lesiførleikin er batnaður nógv, og vit eru so væl við í støddfrøði, er at fegnast um, heldur landsstýriskvinnan.
- Vit fingu eitt ‘wake-up-call’ við PISA-undanroyndini í 2006, tá vit lógu næst niðast, beint omanfyri Meksiko; kanska var tað gott at fáa ein hvøkk tá, tí eftir hvøkkin varð sett miðvíst inn við átøkum. Okkurt av tí, sum var sett inn, er í hvussu er eydnast, tí nú hava vit vunnið okkum hálvt annað skúlaár fram samanborið við tá í lesing. Tað skerst ikki burtur, at førleikin at lesa og fáa eina meining burtur úr tí, tú lesur, er okkara fremsti førleiki í mun til at byggja okkara samfelag og fólkaræði upp. Tí er úrslitið í lesing gleðiligt.
- Umframt skulu vit vera sera errin av, at vit klára okkum so væl í støddfrøði; har eru ikki gjørd so nógv átøk á tí økinum; vit eru dugnalig í støddfrøði, kanska tí at henda lærugreinin hevur høgan status. Samanlagt kunnu vit siga, at vit seinastu 10 árini hava verið í eini støðugari framgongd, soleiðis at vit nærkast hinum Norðurlondunum.
Okkara næmingar liggja fyri ein stóran part á 2 og 3 pisastigi; sambært OECD er førleikastigið 2 minsta mark fyri at næmingurin hevur fullan førleika at virka í samfelagnum.
- Vit mugu ásanna, at vit hava nakrar avbjóðingar, nevniliga at læra næmingarnar at brúka ta vitanina, teir ogna sær til at loysa torskiltar trupulleikar. Har kunnu vit gerast betri. Ikki bara við at styrkja námsætlanirnar, men eisini við at miðla námsætlanirnar, eftirútbúgva lærarar eisini á náttúruvísindaliga økinum, har vit hava avbjóðingar, umframt at tilfarið, sum vit framleiða, skal vera á hægri stigi. Vit eiga at seta okkum sum mál at koma upp á pisastig 3 og 4. Hesaferð hevur tað eydnast at fingið fleiri av teimum veiku upp í miðjuna, og tað er gott; ynskiligt er eisini at vit fáa fakligar avbjóðingar til teirra, sum eru sterkir.
Myndatakari: Birgir Kruse