Tíðindi

Vit skriva jólakort

Jólakort frá øllum næmingum er eitt felags átak, sum skapar gleði og samanhald.

04.11.2024

Við hesum vilja vit bjóða næmingum kring allar Føroyar at vera partur av einum serstøkum jólaátaki, har teir sleppa at skriva tvey jólakort í part, sum Posta síðan ber út – púra ókeypis!

Hugskotið við átakinum Vit skriva jólakort er at eggja øllum næmingum at gleða familju og vinir við einum persónligum jólakorti. Við átakinum fáa næmingarnir møguleika at gera brúk av fleiri tættum úr undirvísingini so sum at venja hondskrift, at skipa ein tekst og ikki minst at senda familju ella vinum ein vinaligan tanka, nú jólini stunda til. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri børn og ung í dag. Tí eru Lærarafelagið og Føroyar lesa farin í samstarv við Posta, Føroyaprent og Jóhan Mortensen við hesum átakinum.

Í næstum verður frágreiðing send skúlunum, sum lærarar og næmingar kunnu nýta, tá ið teir skriva síni jólakort. Eisini fer filmsbreytin á Nám X at framleiða ein stuttan lýsingarfilm, ið lýsir átakið og spreiðir jólagleði.

Eina persónliga heilsan

Í komandi viku verða jólakort, brævbjálvar og frímerki koyrd út til allar skúlar. Næmingarnir skriva jólakortini í skúlanum, og síðst í novembur koma starvsfólk frá Posta at heinta kortini, sum síðan verða borin út fyrst í desembur. Neyvari kunning hesum viðvíkjandi kemur í næstum.

Allir næmingar í landinum – úr 42 skúlum – kunnu luttaka í hesum átakinum. Tilsamans eru 7.603 næmingar í fólkaskúlaaldri, og um teir allir skriva tvey jólakort í part, verða heili 15.206 jólaheilsanir bornar út.

Hetta er eitt stórt átak, sum er eitt samstarv millum Posta, Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag, Føroyaprent og Johan Mortensen, sum eigur góða hugskotið.

Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið, sum verður sent skúlunum. Øll jólakortini verða send í brævbjálva og eru dupult, og tað merkir, at tað er nokk av plássi til at skriva eina ordiliga góða jólaheilsan.

Set jólamerki á og stuðla øðrum

Á hvørjum ári ger Posta jólamerki, sum líkjast vanligum frímerkjum. Munurin er bara, at jólamerkini ikki kunnu brúkast til at rinda fyri at fáa brøv ella jólakort borin út – tey eru bert til pynt. Tað snilda við jólamerkinum er, at ágóðin av søluni fer til Jóla-merkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum, ið eru til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, ert tú við til at stuðla einum góðum endamáli. Soleiðis kunnu næmingar eisini hjálpa børnum og ungum, tá ið tey seta jólamerki á síni jólakort. Helga Djurhuus hevur sniðgivið ársins jólamerki.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni