Tíðindi

Vit skriva jólakort eitt framúr átak

Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, ivaðist ikki, tá ið Lærarafelagið var biðið um at vera við í átakinum, Vit skriva jólakort.

19.11.2024

- Vit fegnast um, at allir partar tóku undir við hesum vakra tankanum alt fyri eitt. Jólini eru hátíðin, har tankarnir leita til okkara næstu, hvørt tey eru nær ella fjar. Tað vekir serligar kenslur hjá okkum at sita við einum hondskrivaðum jólakorti í hondunum. Sum eitt tekin um, at eg eigi ein, sum minnist til mín. Og tað kennist gott, at vit geva okkum tíðina at skriva eitt jólakort og á tann hátt senda ein tanka á jólum, við einum hondskrivaðum jólakorti, til ein av okkara næstu. Tí á jólum vilja vit, at eingin kennir seg at sita einsamallan, og nakað so lítið sum eitt jólakort kann gera munin. Gerandisdagurin hjá børnum og vaksnum er skundmikil. Samskifti fer ofta fram á einum skíggja og rennur framvið, vit dvølja sjáldan við nakað. Men tá vit sita við einum jólakortin í hondini, so seta vit ferðina niður, tá finna vit eina løtu at vera í løtuni. Børn í dag eru ikki uppvaksin við hondskrivaðum jólakortum. Tí eru vit spent at vita, hvussu tey taka ímóti hesum átakinum, men vit rokna við, at tað verður væl móttikið, og tað eru eisini tær afturmeldingarnar, sum vit hava fingið frá nøkrum skúlum. Tá børnini skriva jólakort til ein av teirra kæru, so drívur hugurin verkið. Tá sita tey í langa tíð og bæði skriva og lesa tey, og løtan kennist stutt, sigur Jacob Eli S. Olsen, sum fegnast um, at tað lukkaðist at geva øllum børnum í fólkaskúlaaldri, úr forskúlaaldri til 10. flokk, úr 39 fólkaskúlum, 1 serskúla, 2 frískúlum og 2 eftirskúlum, møguleikan at skriva tvey jólakort í part og at senda sínum.

Fyriskipararnir av átakinum eru Posta, Føroyaprent, Føroyar lesa, Føroya Lærarafelag og Jóhan Mortensen eigur hugskotið. Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið jólakortið, og næmingar úr Nám X hava framleitt filmin um átakið.

Á myndini eru umboð fyri fyriskipararnar avmyndað.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni