Tíðindi

Vit raðfesta setursskúlan høgt

Hugni og læring ganga hond í hond, tá ið mann er á setursskúla. Tað sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

19.02.2025

Setursskúlin hevur stóran týdning fyri trivnaðin og felagsskapin í skúlanum, og lagt verður nógv fyri at gera upplivingina at fara á setursskúla góða hjá øllum næmingunum. Tað sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

- Tá ið talan er um at samansjóða næmingar og fyri trivnaðin sum heild, er einki betri enn at fara á setursskúla. Næmingarnir síggja lærararnar í einum øðrum ljósi, og lærararnir síggja næmingarnar í einum øðrum ljósi. Tað gevur nógv, eisini læring, og so er tað sjálvandi stuttligt at gera nakað heilt annað enn tað, sum vanligi skúladagurin hevur at bjóða.

Tað er sum heild alt ov lítil tíð at gera annað enn tað reint fakliga í skúlanum, og ikki minst tí hevur tað týdning at raðfesta setursskúlan høgt, heldur skúlastjórin.

- Fyri tað sosiala, inklusjónina, at læra at vera saman, og læra, hvussu mann ber seg at saman við øðrum, er nakað, sum er frammarlaga í huganum, tá ið vit hava setursskúla. Tað er strævið hjá lærarum at fara á setursskúla, men teir fara kortini við gleði, tí flokkurin og hvør einstakur fáa so nógv burturúr. Og børnini elska at vera á seturskúla. Tað er ikki ein spurningur, um vit skulu fara, heldur øvut – vit leggja nógv fyri at fara, og at øll sleppa, sama hvønn tørv tey hava.

Triði, sætti og áttandi flokkur fara vanliga ein dag á setursskúla, men setursskúlin nýtist ikki at vera at fara so langt. 

- Tað veldst um nógv viðurskifti, hvar vit fara, eitt nú hvørjar næmingar, vit hava, og hvat lærararnir vilja. Vit velja onkuntíð at hava setursskúlan í bygdini ella sjálvum skúlanum. Tá ið børnini eru so ung, so kann tað vera ein fyrimunur at vera í nærumhvørvinum; tey eru kortini ógviliga spent at sova í skúlanum. Eru næmingar við serligum tørvi, so eru foreldur við, eisini um tað eru næmingar, sum nýliga eru fluttir til bygdina og ikki duga føroyskt; vit leggja nógv fyri, at tey eisini koma við.

Áttandi flokkur er móttøkuflokkur, og tí ræður um at savna og samansjóða næmingarnar.

- Tað hevur stóran týdning at skapa góða felagsskapin so skjótt til ber, soleiðis at næmingarnir koma at kenna hvønn annan, og teir nýggju kenna seg væl í skúlanum.

Níggjundi flokkur fer vanliga námsferð uttanlands. Flokkurin savnar pengar til námsferðina í langa tíð, áðrenn farið verður avstað.

- Tey eru ófør at skipa fyri tiltøkum at savna pengar; sum oftast fara tey av landinum, men vit hava eisini havt flokkar, sum hava verið á ítróttareftirskúlanum í Suðuroy, og tað hevur eisini verið gott.

Tíggjundi flokkur fer eisini námsferð eitt vikuskifti. Tey fara oftast uttanlands at hyggja at sangleiki. Onkuntíð fara næmingarnir saman við næmingum úr eNámi, sum er 10. flokkur í samstarvinum millum Stranda skúla og Skúlan við Streymin.

- Næmingarnir hava allir ein góðan felagsskap.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni