Tíðindi

Vit krevja og vænta ov lítið av næmingunum

- Væntar tú ov lítið av næmingunum, verður úrslitið har eftir. Pisa krevur og væntar nógv, landsroyndirnar krevja og vænta ov lítið, sigur Vibeke Michaelsdóttir, lærari

15.11.2016

Vibeke Michaelsdóttir, ið tók prógv sum lærari í summar, viðgjørdi í endaligu ritgerð síni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum landsroyndirnar í føroyskum. Hon hevur verið í sambandi við gott hálvt hundrað lærarar, sum eitt nú eru spurdir, hvørt landsroyndirnar gagna næmingunum og undirvísingini, um landsroyndirnar ávirka undirvísingina, um landsroyndirnar eiga at vera talgildar, um tær læra næmingarnar at hugsa sjálvstøðugt og annað. Í ritgerðini hevur hon samanborið landsroyndarúrslitini við Pisa-úrslitini; næmingarnir, sum tóku lut í seinastu Pisa-kanning, eru vaksnir upp við landsroyndunum og eiga at hava fingið ágóðan av teimum mongu tiltøkunum, ið hava verið í eitt nú móðurmálsundirvísingini. Næmingar klára seg væl í føroyskum í 4. flokki, lakari í 6. flokki, og sum heild klára næmingar okkara seg framvegis illa í Pisa í øllum lærugreinunum samanborið við næmingar í grannalondum okkara. Ein orsøk til, at so er, eru væntanir og krøv.
- Pisa krevur og væntar nógv, landsroyndirnar krevja og vænta ov lítið eftir mínum tykki. Sum heild eru uppgávurnar í landsroyndunum ov lættar og upplagdar. Munurin á landsroyndunum og Pisa-úrslitunum er stórur, bæði viðvíkjandi úrslitunum og hvussu landsroyndirnar eru skipaðar og háttaðar, sigur Vibeke Michaelsdóttir.

Ikki bara uppgávurnar í landsroyndunum eru ov lættar og upplagdar; tað haltar eisini til skrivligu próvtøkurnar í 9. flokki, heldur Vibeke Michaelsdóttir.
- Eg var rætt og slætt skelkað, tá ið eg sá, hvørji evnini vóru til 9. floks próvtøkurnar í ár í framsetingini í føroyskum. Har var onkur uppgáva, har næmingurin kundi velja at viðgera og tulka, men í ov stóran mun vóru uppgávurnar av slíkum slag, at næmingurin bara var biðin at skriva um eitt evni. Eg skilji ikki, at slíkar uppgávur koma fyri, har tú ikki krevur av næmingunum, at teir skulu hugsa um eitt ávíst evni, viðgera tað, útleggja tað, hugleiða um tað og so framvegis.

Uppgávurnar í 9. flokki eiga at minna nógv meiri um uppgávurnar í miðnámi, heldur Vibeke Michaelsdóttir.
- Sjálvandi eiga tær ikki at vera eins torførar, men tað er alt ov stór gjógv millum tað, tú væntar og krevur av einum 9. floks næmingi, og so einum miðnámsskúlanæmingi; tað er einki at siga til, at næmingar fáa skelk, tá teir koma í miðnám. Í 9. flokki eiga tey at kunna skriva um torførari evni enn bara at skriva frítt um okkurt lætt evni. Vit eru alt ov bangin fyri at krevja nakað av okkara næmingum; væntar tú ov lítið av teimum, fært tú eisini ov lítið frá teimum. Vit eiga ikki at vera so bangin fyri at vera atfinningarsom í mun til tað, næmingarnir gera; bara við at krevja, vænta og vera atfinningarsom flyta vit næmingarnar rættan veg. Og skulu vit kunna krevja nakað av teimum til royndir og próvtøkur, er fortreytin sjálvandi, at vit undirvísa á ein hátt, har vit tora at krevja og vænta nakað av næminginum. Tað er ein ov stór gjógv millum tað, vit krevja og vænta av næmingunum til landsroyndir og próvtøkur, og tað, sum Pisa krevur. Tí eru úrslitini hareftir.

Lesið samrøðu við Vibeke Michaelsdóttir, lærara, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni