Tíðindi

Vit hava lært at virðismeta, at vit eru ymisk

Vit hava øll verið ígjøgnum eina persónliga lærutilgongd, vit eru ment hvør sær og saman, og í dag duga vit betur at síggja, hvat íkast hvør okkara kann geva. Tað siga Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, Mariann Poulsen, varaskúlastjóri, og Marin G. Petersen, samskipari, í Stranda skúla

07.11.2022

Trivnaðar- og menningarætlanin, sum Stranda skúli fór undir fyri góðum ári síðan, byggir í høvuðsheitum á TÍTT-arbeiðsháttin. TÍTT-amboðið leggur upp til ein annan máta at hugsa trivnað og menning, enn nógv eru von, og tí hava øll starvsfólkini í skúlanum á Strondum fingið undirvísing. Undirvísingin er farin fram við at hava skeið.

- Vit hava heilt fantastisk starvsfólk, sum eru farin undir hesa tilgongdina við opnum sinni og stórum eldhuga. Tað hevur verið sera læruríkt, spennandi, mennandi og avbjóðandi, men eisini strævið, tí nógv tíð, eisini frítíð, er farin við fundar- og skeiðsvirksemi, sigur Hans Petur Jacobsen.

Mariann Poulsen og Marin G. Petersen taka undir við, at tilgongdin hevur verið avbjóðandi. Avbjóðingin og samstundis styrkin í allari tilgongdini hevur verið, at starvsfólkini eru øll ymisk, halda tær.

- Vit hava øll verið ígjøgnum eina persónliga lærutilgongd, vit eru ment hvør sær og saman, og í dag duga vit betur at síggja, hvat íkast hvør okkara kann geva. Til dømis liggur tað ikki raðið fyri hjá øllum lærarum, heldur ikki flokslærarum, at hava foreldrasamrøður. Tín styrki kann vera okkurt annað, sum er líka so umráðandi. Tað kann vera, at tú ert øgiliga skipað og stýrir flokkinum væl. Í staðin fyri at irriterast um tað, sum starvsfelagi tín ikki ger, so hava vit lært at góðtaka og virða starvsfelagan fyri tað, hann er. Vit geva øll okkara íkast. At viðurkenna og sanna hetta krevur, at vit eru erlig, tað er ógvuliga avbjóðandi at tora at vera so erlig, men tað er neyðugt.

Undirvísingin er eitt nú farin fram á eksternati í tveir dagar. Hans Petur Jacobsen, Mariann Poulsen og Marin G. Petersen halda, at tey hava fingið ómetaliga nógv burturúr, ikki bara við at læra at brúka nýggja arbeiðsháttin, men ikki minst at læra hvønn annan betur at kenna.

- Starvsfólkahópurin er nógv betur samansjóðaður nú enn áður. Vit eru farin frá at vera bólkar av starvsfólki, har tey, sum kendust, tosaðu saman sínaámillum, til ein samansjóðaðan hóp, har øll kennast og eru saman. Vit duga betur at skemta saman, vit tora at vera sarkastisk, tvætla saman og prika til hvønn annan uttan at nakar tekur tað illa upp, og tað tora vit, tí vit kenna hvønn annan.

Les um trivnaðar- og menningarætlanina í Stranda skúla í Skúlablað nr 5, 2022.

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni