Tíðindi
31.03.2022
Hugsandi er, at fittur partur av flóttafólkunum, sum koma til Føroya úr Ukraina, er børn og ung. Tey fara at ganga í skúla í Føroyum. Ivaleyst eru nógv traumatiserað av upplivingunum, tey hava verið fyri. Berlys Toftadal er skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla; hon heldur, at vit skulu taka ímóti flóttafólkunum við opnum ørmum. Hóast støðan í Ukraina og Venesuela, haðani Berlys Toftadal er ættað, ikki beinleiðis kunnu samanberast, so kennir Berlys Toftadal til ógvisligar hendingar í heimlandinum, har fólk verða dripin á opnari gøtu, og at har samfelagsskipanin eftir ongari tíð broyttist frá at vera demokratisk til kommunistisk.
- Tað er sera umráðandi, at einstaki skúlin er til reiðar at taka ímóti flóttanæmingum, og at tað ikki bara er talan um tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men eisini at sálarfrøðingur er tøkur. Vit kunnu ikki vænta, at lærarin kann hjálpa næmingi, sum er traumatiseraður av tí, hann hevur upplivað við at flýggja undan kríggi. Uttanríkis- og mentamálaráðið má gera eitt tilboð við sálarfrøðihjálp, bæði til skúlaleiðslurnar at venda sær til, og til flóttafamiljurnar at venda sær til. Tað er eingin ivi um, at skúlin og lærararnir fara at hava tørv á sálarfrøðiligari ráðgeving, soleiðis at børnini og tey ungu og familjur teirra kunnu verða loftað so væl sum til ber.
Berlys Toftadal vísir á, at tað, sum hevur størst týdning, tá ið talan er um at taka ímóti børnum, sum hava upplivað so stóran skelk, sum kríggið í Ukraina er, er tryggleikin.
- Fyrsta stigið er, at børnini og foreldur teirra føla seg at vera vælkomin í skúlan og samfelagið, og at tey kenna seg at vera trygg. Tey skulu eisini fáa kensluna av, at vit virða tey og teirra mentan, og at tey hava líka stórt virði sum øll onnur. Ikki fyrr enn tey kenna seg trygg, kunnu vit fara undir at undirvísa tey og integrera tey. Hesin tryggleikin hevur so sera nógv at siga. Vit leggja stóran dent á tryggleika, tá ið talan er um at taka ímóti tilflytarum, sum koma í skúlan hjá okkum, sama um tað er kríggj, har tey koma frá, ella ikki. Annað stigið er kunning; tað hevur sera nógv at siga, tí tey kenna einki til okkara viðurskifti. Og tá ið vit tosa um kunning, so er tað kunning um øll hugsandi viðurskifti; um skúlan sum heild, um hvør leikluturin hjá flokslæraranum er, um hvør leikluturin hjá heilsufrøðinginum er og so framvegis. Kunningin má vera skrivlig á einum máli, sum tey skilja, helst sum bóklingur, onkursvegna ein fyrstihjálparkunning um alt, sum tey hugsandi hava tørv á at vita.
Um flóttabørn úr Ukraina koma í Fuglafjarðar skúla at ganga, veit Berly Toftadal ikki í verandi løtu. Skúlin er nýliga dagførdur og útbygdur við nógvum fermetrum, so pláss og umstøður hava tey. Tey hava eisini lærarar, sum hava nógvar royndir at undirvísa næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt og norðurlendskt. Eitt er pláss, annað er tímar til undirvísing.
- Tímar skapa betri umstøður, og tímar eru ein fortreyt, um vit skulu kunna hava eitt nøktandi tilboð.