Bloggur
10.06.2019
Nú er hetta skúlaárið um at enda. Fyri nøkur merkir tað, at tey júst nú hava úr at gera av uppgávum, royndum, rættingum o.ø. Fyri onnur merkir tað, at tey so smátt eru farin at “pakka saman” og bara bíða eftir at fáa summarfrí. Eg haldi tað merkist væl, at skúlanæmingar og vit onnur nú so smátt byrja at koma í “summar-lag”. Prátið snýr seg í stóran mun um stevnur, tónleikatiltøk og festivalar, at ferðast, ólavsøku o.s.fr.
Náttúran er eisini komin í “summar-lag”. Eg verði hvørt summar bilsin av, hvussu grønt tað er, eg haldi hvørt ár, at í ár er eitt sindur grønari enn tað var í fjør. Og eg undrist hvørt ár yvir, hvussu gular sóljurnar eru. Hendan lit-samanrenningin skiftir onkursvegna huglag eftir, hvussu veðrið er; spælandi og ljóst, tá veðrið er gott og turt, meðan grasið og sóljurnar drýpa høvur, tá tað regnar og er myrkt í veðrinum. Og júst hendan samanrenningin av litum, tað grøna og gula er fyri meg eitt tað vakrasta sum er í Føroyum, óansæð um veðrið er gott ella ringt. Og angin av sumrinum, av fjøruni, hagablómunum og av nýslignum grasi, kann nakað metast við tað? Sanniliga eru vit rík, at vit búgva mitt í øllum hesum vakra.
Men, júst tí at vit eru so ómetaliga rík, so hava vit eisini eina ábyrgd av at varðveita tað! Fjøran er ikki eins vøkur, tá ein rúgva av óruddi liggur har, og grasið og sóljurnar eru heldur ikki so litríkar, um ein rúgva av øðrum plasti, innpakningur, posar og annað fangar eygað fyrst. Og hetta mugu vit taka í álvara. Í hesum tíðum verður sjóneykan sett á dálking, bæði heima hjá okkum og úti í heimi. Vit hava fingið nógv nýggj hugtøk, m.a. tey 17 heimsmálini, veðurlagsverkfall, plogging, trashtag og "4 plastikk um dagin", og eg havi varhugan av, at børn og ung í stóran mun taka hetta til sín. Eg havi eisini hildið meg lagt merki til, at nógva staðni er reinari, enn tað var fyri nøkrum mánaðum síðan, og tað er ótrúliga gleðiligt. Men júst hesa síðstu vikuna hava vit sæð eitt tað ógvusligasta dømið um plast-dálking, sum eg kann minnast. Sum eg haldi hetta vera syrgiligt at síggja. Vónandi verður funnið út av, hvaðani hetta kemur, og tey, sum hava skuldina av hesum, mugu taka ábyrgd! Hvussu umfatandi skaði longu er hendur, vita vit ikki enn, men skaðin má í størstan mun avmarkast, og onki líknandi má henda aftur!
Vit mugu læra okkum, at tað ikki er í lagi at blaka rusk úti í náttúruni. Vit mugu minnast til, at tað ikki bert nyttar at siga børnunum hetta, vit eldru mugu vera góðar fyrimyndir, bæði vit foreldur, skúlin og vinnan í Føroyum. Tað er ordiliga gott, at vit eru so røsk at samla rusk, men vit noyðast eisini at hugsa meira um at avmarka okkara nýtslu. Fleiri skúlar hava havt evnisviku um umhvørvið, har tey hava savnað rusk, endurnýtt ruskið og arbeitt við at endurnýta klæðir, og hetta er sera gott. Tað besta, sum kundi hent, er, um okkara børn og ung gjørdust meira tilvitað um nýtslu og endurnýtslu, at tað bleiv modernað at keypa klæðir í endurnýtsluhandlum, at tað gerst ókul at nýta eingangs-búnýti, og vit annars hugsa meira um at nýta lutir, sum hava langa livitíð.
Gott og reint summar, øll somul 😊