Tíðindi
01.03.2017
Føstu limafeløgini í RFF eru: Akstovan, Kommunufelagið, Føroya Koyrilærarafelag, Føroya Landfúti, Føroya Læknafelag, Føroya Lærarafelag, Kvinnufelagssamskipan Føroya, Landsverk, Kringvarp Føroya, Trygd, Tryggingarfelagið Føroya, Mentamálaráðið og Samferðslumálaráðið.
Ein týðandi viðmerking frá Peturi Jacob Sigvartsen, heiðurslimi RFF, var at sammeta ferðsluna við eitt arbeiðspláss. Á einhvørjum arbeiðsplássi eru trygdarátøk. Vit eiga at tryggja okkum ferðsluna við tí sama í huga - at menniskjaligt gáloysni ikki hevur deyða ella aðrar álvarsligar fylgjur við sær.
Júst í hesum er týdningarmikið at vísa á net-tilfarið á http://snar.fo/ferdsla/, ið eigur at verða tikið upp í heimi og skúla.
Í ár varð lagt upp til prát um skaðanevnd og vegatøknilig átøk. Tí vórðu Sven Krarup Nielsen, fyrrverandi formaður í Havaríkommissiónini fyri vanlukkur á vegakervinum, og Winnie Hansen, samskipari í Vejdirektoratet í Danmark, boðin til Føroya at seta teirra sjónarmið fram. Eftir framløgurnar varð høvið hjá at gera viðmerkingar og seta spurningar.
At lýsa tørvin á skaðanevnd setti Sven Krarup Nielsen spurningin: "Hvørji eru óhappini?" og vísti síðan á tørvin at greina óhappini og vanlukkurnar. Síðan kunnu hesar greiningar sammetast og nýtast til átøk. Við greiningunum kunnu vit tryggja okkum, at átøk verða gjørd út frá skynsamum greiningum.
Skotið var eisini upp, at vit skipa ein vanlukkubólk, har løgregla, lækni, vegteknikari og onnur samstarva í kanningini. Hesin arbeiðsbólkur kann skriva eina frágreiðing um støðuna - og greina lutir, ið vanliga ikki koma við í eini skaðafráboðan.
Fíggjarligi spurningurin at skipa tiltøk eigur at vigast saman við møguleikanum, at fólk ikki eru skadd og bundin av stuðli og heilsuverkinum restina av lívinum.
Winnie Hansen tók í aftur prátið um vanlukkubólk og setti orð á sínar fyrstu hugsanir um orsøk til ferðsluóhapp í Føroyum: "Hasarderede overhalinger" og "Møde-ulykker". Síðan setti hon síni uppskot til átøk, ið kundu verið framd beinanvegin, meðan vit fyrireika arbeiði um ein vanlukkubólk.
Men heldur enn at bíða 5-10 ár at kanna og sammeta ferðsluvanlukkur, kunnu vit longu nú meta um ymsar avbjóðingar í ferðsluni. Ikki fyri at útseta kanningarnar, men fyri samstundis at læra av øðrum.
Í samskifti við onnur lond kunnu vit læra av teirra átøkum og tillaga til føroysku viðurskiftini. Vit kunnu til dømis hava í huga, at ein "air-bag" hjálpir væl, tá ið koyrt verður út av vegnum í Danmark, har tað mest sannlíkt er slætt. Men "air-bag" munar ikki tað sama, um koyrt verður út av vegnum í Føroyum, har tú kanska rennir beint inn í bergið, og onkur steinur stingur burtur úr vegginum.
Eg hugsi mær, at almenni parturin á ársfundinum í Ráðnum fyri ferðslutrygd gav okkum øllum nógv at hugsa um. Vónandi legði hetta grund undir, at kanningar- og vanlukkubólkur verða skipað.
Ráðið fyri ferðslutrygd: http://www.rff.fo/
Á myndini: Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag, avmyndaður saman við Sven Krarup Nielsen, fyrrverandi formanni í Havaríkommissiónini fyri vanlukkur á vegakervinum, og Winnie Hansen, samskipara í Vejdirektoratet í Danmark