Tíðindi

Vit eiga at tora at endurhugsa útbúgvingarverkið frá grundini av

Bæði samfelagið, næmingarnir og ungdómurin eru broytt seinastu tíggju ára skeiðini, men vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um útbúgvingarverkið hevur fylt við, og um útbúgvingarverkið er lagað til tey ungu, ella tað í veruleikanum eru tey ungu, sum skulu passa inn í útbúgvingarverkið.

30.04.2023

Vit eru røsk at seta teimum ungu krøv. Í fólkaskúlanum hava næmingarnir upp til 51 royndir í níggju ár, námsætlanir eru heilt niður til vøggustovualdur og stórar uppgávur verða settar teimum ungu longu tíðliga í skúlaárunum. Harumframt skulu næmingarnir longu í tannáringaárunum velja lívsleið.

Les alla røðuna hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, sum hann helt á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í gjár, her: 

https://www.bumr.fo/fo/kunning/tidindi/roda-adalfundur-foroya-laerarafelags-29-april-2023/

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni