Tíðindi
26.07.2017
Hvørja ferð eitt PISA-úrslit verður almannakunngjørt, kyknar kjak um, hvørt vit eiga at taka lut í PISA-kanningum, og um vit eiga at taka úrslitið av kanningini í álvara. Erla Olsen, sum dagliga undirvísir læraralesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur, at PISA er eitt gott amboð at eftirmeta okkara skúlaskipan við.
- Vit eiga at taka PISA í stórum álvara; PISA vísir ferð eftir ferð, at vit eru eftirbátur, og at okkara næmingar ikki eru nóg væl førir fyri at møta teimum avbjóðingum, samfelagið setir. Tey, sum ikki fara víðari á miðnám, hava ov grunna vitan á náttúruvísindaliga økinum. Tað er nógv, ið kann verða gjørt, soleiðis at vit lyfta fakliga stigið í fólkaskúlanum, eitt nú at hava eftirútbúgvingarskeið fyri lærarum, sum undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum; tað hevði munað alt fyri eitt. Hetta kundi verið skeið á fjórðingsársverk, sum svarar til eini 10-15 ECTS-stig.
Tað er serliga úrslitini í náttúruvísindum, sum hála føroyska miðaltalið niðureftir. Okkara næmingar eru meiri enn eitt skúlaársverk aftan fyri hini, vit plaga at sammeta okkum við. Í lesing og støddfrøði nærkast vit hinum Norðurlondunum. Erla Olsen heldur, at tað er hugvekjandi, at seinasta PISA-úrslitið sigur mestsum nett tað sama sum úrslitið í 2006, tá ið náttúruvísindini eisini vóru høvuðsøkið.
- Í kanningunum í 2009 og 2012 vóru ávikavist lesing og støddfrøði høvuðsøki; náttúruvísindi duttu líkasum burtur ímillum, og tað var sum so einki gáað um náttúruvísindi og heldur ikki síðan; náttúruvísindini hava verið gloymd hesi árini. Tí eru vit framvegis eftirbátur, og tað kemur týðiliga til sjóndar í nýggjastu kanningini, sum stutt sagt sigur, at næmingar okkara ikki hava gjørt munandi framgongd síðan 2006. Meðan vit í lesing og støddfrøði kunnu vísa á framgongd, er talan um at vit standa í stað í náttúruvísindum. Framgongdin í lesing er helst mesta orsøkin til ta lítlu framgongd, vit hava havt innan náttúruvísindi.
Les samrøðu við Erlu Olsen í Skúlablaðnum, sum kom út síðst í apríl.