Tíðindi

Vit eiga at skipa lestrarvegleiðingina betur

- Skulu vit tosa um lívlanga læring, so er ógvuliga umráðandi, at vit hava eina væl skipaða lestrarvegleiðing, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum

22.12.2015

Í samgonguskjalinum verður sagt, at lestrarvegleiðing skal verða ment og skipan stovnað, ið skal byggja brúgv millum fólkaskúlan og miðnám kring alt landið.
- At vit eru farin undir at útbúgva lestrarvegleiðarar skal onkursvegna síggjast aftur í skúlaverkinum. Vit eiga í størri mun at hava skipaða lestrarvegleiðing, soleiðis at bæði børn og vaksin hava atgongd til lestrarvegleiðing. Eg síggi fyri mær, at hetta fer at vera ein av vinningunum við at skipa fólkaskúlan í størri hóskandi samstarvseindir: At øll børn fáa dygga lestrarvegleiðing í boði. Tað er umráðandi at hava lestrarvegleiðing, sum byggir brúgv millum fólkaskúla og miðnám, í grundini brúgv ímillum allar útbúgvingarnar og inn í vaksnalívið eisini, sigur Rigmor Dam.

Lívlang læra nútíðar krav
Landsstýriskvinnan heldur, at skulu vit tosa um lívlanga læring, so er ógvuliga umráðandi, at vit hava eina væl skipaða lestrarvegleiðing, og at vegleiðingin ikki bara savnar seg um fólkaskúlan, miðnámsskúlan ella hægri lestur, men um allar teir møguleikar, sum eru.
- Javnaðarflokkurin hevur í mong ár talað fyri at stovnseta ein arbeiðsmarknaðardepil, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum, Almannaverkið, Als, Mentamálaráðið og lærustovnarnir samstarva um ymisk samfelagsgagnlig vælferðarmál. Eitt nú um lestrarvegleiðing, førleikameting, førleikamenning, fjarlestur, vaksnalæra og umskúling av arbeiðsstyrkini. Hetta er stórmál, sum samgongan arbeiðir við, og næsta stigið verður at savna partarnar, so vit fáa yvirlit yvir økið, tí vit hava longu hópin av tilboðum og tiltøkum, men ov lítla samskipan, sigur Rigmor Dam.

Lesið samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaði nr. 6, 2015.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni