Tíðindi

Vit eiga at geva øllum sama møguleika

- Vit eiga í skúlahøpi at broyta menniskjaáskoðan, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD og lærari. Hon vísir her á eina mynd, sum vísir týdningin av inklusjón

28.02.2022

Í øðrum londum verður granskað í inklusjón í fólkaskúlanum, og ein teirra er professarin Mel Ainscow. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, vísir til eina mynd, sum Ainscow hevur brúkt, sum lýsir eitt av sjónarmiðunum, tá ið hugsað verður um inklusjón.

- Hann sigur, at endamálið við einum inkluderandi skúla er at geva øllum møguleika á jøvnum føti at vera við. Hetta vísti hann við einari mynd og legði upp til spurningin: Hvat er veruligi trupulleikin? sigur hon.

Myndin, sum hon sipar til, er myndin ovast í greinini her.

- Vit eiga at geva øllum sama møguleika, sigur Tóra við Keldu og greiðir frá um myndina:

- Her eru tríggir dreingir, sum hyggja at dysti. Teir gera tað sama.

- Fyrsta myndin vísir, at dreingirnir fáa sama slag av kassa fyri at síggja. Av tí at teir hava ymiskan tørv, útihýsir hetta tó tann, ið tørvar okkurt annað. Við øðrum orðum, so kunnu vit ikki fara við øllum eins, forklárar Tóra við Keldu.

Næsta myndin vísir, hvussu vit ofta hugsa í dag.

- Vit royna at skapa inklusjón við at veita hjálp og stuðul. Kassarnir kunnu ímynda tað, sum vit í dag halda skal til, fyri at dreingirnir verða inkluderaðir. Tankin er, at tað er ein av dreingjunum, ið hevur avbjóðing. Og tað er ikki garðurin. Tí verða kassar stáplaðir, greiðir hon frá.

Í triðju myndini verður ymiskleikin og dreingirnir hugsaðir inn frá byrjan.

- Hetta er ein grundleggjandi broyting frá tí, vit hugsa í dag. Hetta kann skapa veruliga inklusjón. Tað er garðurin, ið er avbjóðingin, sigur Tóra við Keldu.

Eiga at broyta menniskjaáskoðan

Hon heldur, at vit í føroyska skúlaverkinum kunnu læra okkurt av hesum.

- Vit eiga í skúlahøpi at broyta menniskjaáskoðan við tí úrsliti, at øll hava møguleika at vera við á jøvnum føti. Hetta er ein tilgongd, har vit ikki bara tosa um javnrætt, rættvísi og veita stuðul, men har vit menna tað, sum skal til við sniðgeving fyri øll. Her eyðmerkja vit forðingarnar, tosa um tær og sleppa okkum av við tær, sigur hon og vísir aftur á myndina.

- Á myndunum er garðurin forðingin, og tá hann er tikin burtur, kunnu øll síggja, vera við og taka lut á jøvnum føti.

- Broytingin frá aðru til triðju mynd er ein grundleggjandi broyting – ein transformatión – sum krevur samstarv frá øllum pørtum, ið skulu samstarva. Garðurin er sjálvsagt ein mynd, tí forðingar hava mong skap. Likamligar, sosialar, sálarligar, í ymiskum skipanum og so framvegis, sigur Tóra við Keldu, sum heldur, at inklusjón í fólkaskúlanum skal raðfestast hægri:

- Kanningar vísa, at inklusjón kann styrkja læringina hjá øllum næmingum. Her síggja og viðurkenna vit næmingin, sum hann er, sigur hon.

Tekstur: Pætur Hjalmar Evensson


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni