Tíðindi
03.07.2023
Í ársfrágreiðingini upp undir aðalfundin hjá Føroya Lærarafelag verður víst á, at tað er ein trupulleiki, at vit duga illa at tosa um sálarliga arbeiðsumhvørvið, og at sálarliga arbeiðsumhvørvið er tilvildarliga skipað.
- Hesin trupulleikin rullar enn undan, men okkara ætlan og vón er at fáa kavabóltin aftur og fáa hann upp á slætt. Felagið møtir forstáilsi fyri støðuni og avbjóðingini, eisini hjá arbeiðsgevaranum, og tað er eitt fyrsta fet. Vit náa ikki málinum einsamøll, og tí arbeiðir felagið nú meira saman við hinum fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum, so at vit saman, umboðandi útvið 8000 løntakarar, kunnu fáa myndugleikarnar at taka sálarliga arbeiðsumhvørvið í álvara, verður sagt.
Lærarafelagið er í samstarvi við Arbeiðs- og brunaeftirlitið og fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum at fáa skipað viðurskifti og at fáa gjørt kanningar. Í februar í ár var felagið til hoyringar hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum í fólkaskúlanum. Høvið var, at Arbeiðsumhvørvisráðið ætlar at raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum í fólkaskúlum og hjá pedagogum og hjálparfólkum í dagstovnum.
Felagið luttekur í NAN-samstarvinum, ið er eitt samstarv millum fakfeløg hjá lærarum og námsfrøðingum í Norðurlondum, har arbeiðsumhvørvið í skúlum og stovnum er einasta evnið á skránni.
- Í tí arbeiðinum fáa vit innlit í teirra royndir, kanningar og tilfar, sum vit kunnu taka við í okkara arbeiði í Føroyum. Nevndin í Lærarafelagnum fer at leggja orku í hetta arbeiðið komandi ár, og saman við Fakfelagssamstarvinum og í samstarvi við arbeiðsgevaran kunnu vit fáa arbeiðið fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið tikið í álvara.
Hvussu nógvir arbeiðsskaðar eru fráboðaðir frá skúlunum? Henda spurningin spurdi Lærarafelagið Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og svarið var eingin. Felagið hevur eisini vent sær til Undirvísingarstýrið um játtanina, sum skúlarnir fáa, um ein lærari er burtur, tí hann er sjúkrameldaður, fyri at fáa innlit í, hvussu nógvar dagar lærarar eru sjúkrameldaðir, men har liggja eingi tøl. Hetta eru tíverri dømi um, at arbeiðsumhvørvið verður ikki tikið í nóg stórum álvara, tí fyrsta stigið at gera batar, er at varnast veruliga trupulleikan, sigur Lærarafelagið.
Mynd: Ólavur Frederiksen