Tíðindi

Virkið skúlastýri á Toftum

Onkur vil vera við, at skúlastýrið á Toftum er slóðbrótandi. Kanska í so stórt orð, heldur Marita Dalsgaard, skúlastjóri, men hon leggur tó dent á, at hetta skúlastýrið veruliga vil nakað

18.11.2015

 

- Og vit hava gott samstarv, skúlin og skúlastýrið, sigur Marita Dalsgaard.

 

Annfríð Neslíð, forkvinna í skúlastýrinum á Toftum, ger eisini nógv við hetta góða samstarv. Tey í skúlastýrinum koma við hugskotum. Á fundum røða tey m.a. um: Hvat kundu vit hugsað okkum, kundi gjørt skúlan betri.

 

Tey hava t.d. sett alt tað í gongd, sum viðvíkir foreldraumboðum í flokkinum. Har er eisini eitt foreldraráð – sum ikki er so nógvastaðni í landinum. Í foreldraráðnum eru foreldraumboðini í flokkunum. Hesi umboð møtast tríggjar ella fýra ferðir um árið og hava ymiskt uppi: Hvat hava tit arbeitt, hvat hava tit gjørt í tykkara flokki?

 

Foreldraumboðini skipa fyri tí fyrsta felags foreldrafundinum. Her kunnu tey eitt nú biðja onkran útifrá koma og halda ein fyrilestur. Tey taka ymisk evni upp.

 

- Vit hava havt næmingaráð í mong ár, men tað hevur sovið onkuntíð inn ímillum, og tað vóru tey øgiliga spent upp á at fáa upp aftur at standa, sigur skúlastjórin.

 

Skúlastýrið spurdi áhaldandi eftir næmingaráðnum, og tí komu tey í gongd aftur. Hetta hava tey so havt nú tey seinastu seks-sjey árini, og tað hevur verið sera virkið.

 

Skúlastýrið hevur fund fast eina ferð um mánaðin, og tey hava ivaleyst at tosa um. Sjálvandi fyrst og fremst gerðabókin. Skúlastjórin hevur kunning frá skúlanum. Marita greiðir teimum frá, hvat fer fram í skúlanum, frá tiltøkum og tílíkum.

 

Forkvinnan, Annfríð Neslíð, greiðir frá sínum, t.d. hvønn hon hevur havt samband við í skúlahøpi síðan seinast.

 

Í felag hava tey røtt gjølla um tiltakið í sambandi við happing, og tað seinasta var tann avbera góði Læraradagurin í oktober.

 

- Tað var stuttligt, tað var eisini nakað, sum skúlastýrið setti á skrá, sigur Marita Dalsgaard.

 

Heimildirnar og uppgávurnar hjá skúlastýrinum eru m.a. at hava eftirlit við virksemi skúlans. Stýrið ummælir skúlamál hjá kommunustýrinum og fíggjarætlan skúlans, ásetur meginreglur fyri skúlan, góðkennir undirvísingarmiðlar, ger atferðarreglur fyri skúlan og ger uppskot um skúlabygnað og broytingar í bygnaðinum.

 

Annfríð Neslíð, foreldraumboð, er forkvinna í skúlastýrinum, Jaspur Langaard, foreldraumboð, Justin Philbrow, foreldraumboð, Elin á Torskilsheyggi, kommunuumboð, Súni í Hjøllum, kommunuumboð, Atli F. Johansen, starvsfólkaumboð, og Marita Dalsgaard er skrivari.

Myndin: Marita Dalsgaard, skúlastjóri á Toftum, leggur dent á, at skúlastýrið á Toftum veruliga vil nakað


TEKSTUR: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni