Tíðindi

Vinna stríðið við mongu orðini

Hóast menningin av hjálp og vegleiðing til næmingar við orðblindni í fólkaskúlanum seinastu árini hevur verið stór, so sigur Felagið fyri lesi- og skriviveik, at enn møta tey næmingum og foreldrum, ið eru ráðaleys. So enn koma næmingar úr fólkaskúlanum í Føroyum eftir níggju ella tíggju ár, sum bæði stríðast og skammast við orðblindni. Tóra við Keldu, lærari og forkvinna í Megn

17.12.2021

„Hvønn dag síggja vit eini 100.000 orð, og um tú dugir at lesa, hugsar tú ikki um tað. Men fyri 400.000 danir geva bókstavirnir ikki altíð meining.” Hetta eru fyrstu orðini í donsku sendingini á DR, „Vit eru orðblind”.  

Tað er Sara Blædel, sum er vertur, og orðblindni kennir hon alt til. Hóast hon er viðurkendur rithøvundur, kend fyri at seta røttu orðini saman í eini mongd av viðurkendum bókum, so hevur hon orðblindni. Flennandi sigur hon, tá ið hon onkuntíð verður biðin um at signera okkurt ávíst í eina av bókunum og gerst ótrygg: „Onkuntíð krutli eg bara okkurt, so mugu tey gita, hvat stendur har.”

Men, sum hon sjálv veit, so er hetta fyri tey flestu við orðblindni einki at flenna at.

Í søgunum hjá teimum fýra í sendingunum, Carina, Anna, Frank og Noa, fyllir fólkaskúlin. Tað er ikki løgið, tí tað er har, tey hava møtt múrum, ið tey ikki vóru før fyri at klíva uppum. Tey kendu seg heilt einfalt býtt. Tey vóru og eru enn ótrygg, og hetta liggur av tí sama og órógvar fleiri partar av lívi teirra.

Setta málið í sendingunum er, at stríðið við mongu orðini ikki longur skal ræna dreymar teirra. Eins og tey fáa møguleika at síggja, at tey ikki stríðast einsamøll.

Í bókini Vit liva og virka, sum kom út í oktober, sigur Eli Frederiksberg sína søgu. Undir heitinum „Nú dugi eg at skriva mítt egna navn” sigur hann, at tá ið hann sum næmingur fekk fyrisøgn aftur, sá tað út, sum um lærarin hevði bløtt nasablóð, meðan hann rættaði við reyða penninum. Skúlatíðina kendi hann ørkymlandi. Men í dag hevur hann funnið sítt pláss sum stýrimaður á norskum krabbaskipi, tí hann fekk røttu hjálpina.

Eli heldur fram, at tað neyvan var nakar – og als ikki hann sjálvur – sum væntaði, at hann í 2016 stóð við skiparaprógvi í hondini.

Hóast menningin av hjálp og vegleiðing til næmingar við orðblindni í fólkaskúlanum seinastu árini hevur verið stór, so sigur Felagið fyri lesi- og skriviveik, at enn møta tey næmingum og foreldrum, ið eru ráðaleys. So enn koma næmingar úr fólkaskúlanum í Føroyum eftir níggju ella tíggju ár, sum bæði stríðast og skammast við orðblindni. 

Í hvørjum flokki sita næmingar sum Sara, Carina, Anna, Frank, Noa og Eli, har orðini ikki rættiliga geva meining. Tí hevur tað týdning, at fólkaskúlin við rættari hjálp til rætta tíð í størri mun er við til at bróta niður múrarnar, ið næmingarnir møta, so tey kunnu viðurkenna støðuna.

Viðurkenning hevur stóran týdning. Tí er tað umráðandi, at orðblindalærarar fáa meira tíð, enn teir fáa í dag, til arbeiðið at ráðgeva foreldrum og lærarum, sum eru um næmingar við orðblindni. Tað hevur samstundis týdning, at orðblindalærarar verða betur skúlaðir at nýta nýggjastu hjálpitólini og tøknina.

Tað er framstig, at allir næmingar í 3. flokki í dag verða snarkannaðir fyri orðblindni. Hetta gevur meining, tí tað hevur týdning, at orðblindni so tíðliga sum gjørligt verður staðfest. Tó er staðfestingin í sjálvum sær ikki nóg mikið. Hon skal føra til víðari hjálp, sum bæði skal vera tøk og skal veitast.

Sum Sara Blædel sigur: „Vit skulu ikki skammast við orðblindni, vit skulu finna røttu amboðini, ið kunnu hjálpa.”

Málið hjá okkum skal tí eisini vera, at stríðið við mongu orðini ikki skal sleppa at ræna dreymarnar. Heldur skal stríðið verða vunnið í viðurkenningini av orðblindni og møguleikanum fyri at fáa røttu hjálpina.

Kvørn í Skúlablað nr 6, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni