Tíðindi
11.11.2024
Tað var í 2020, at Sólrún Koivuneva tók stig til at fáa vinasamband í lag millum flokkar í skúlanum, hon arbeiðir í Randers, og føroyskar skúlaflokkar. Í oktobermánaði á hvørjum ári síðan hava 9. flokkar í Føroyum og Romalt Friskole vitjað hvønn annan. Í løtuni sóknast Sólrún Koivuneva eftir nýggjum vinaflokkum.
- Okkara núverandi 8. flokkur hevur ein vinarflokk í Føroyum, og komandi ár er so ætlanin, at vit vitja hvønn annan. Vit kundu hugsað okkum at fingið samband við ein sætta og ein sjeynda flokk í Føroyum, sigur Sólrún Koivuneva.
Endamálið við vinasambandinum er eitt sindur tvíbýtt, greiðir Sólrún Koivuneva frá.
- Hóast vit í okkara skúla læra um ríkisfelagsskapin, so læra og vita danskir næmingar sum heild lítið um Føroyar, so eitt av endamálunum er at koma at kenna mentanina hjá hvørjum øðrum betur. Eg haldi, at tað hevur týdning hjá donskum næmingum at læra um føroyska mentan og náttúru, hvussu føroyingar liva, og hvussu framkomnar og ríkar mentanarliga Føroyar í grundini eru. Skúlaverðin í Danmark er øgiliga bóklig; til dømis er ikki nógvur felagssangur í skúlum í Danmark. Tað er eisini umráðandi at læra næmingar at vera stoltir av sínum uppruna. Donsku næmingarnir kunnu spegla sær í føroysku næmingunum, sum eru ernir av sínum uppruna.
Á ferðini í Føroyum er lagt upp til, at donsku næmingarnir gista heima hjá føroysku næmingunum í ein dag ella so. Hetta hevur týdning, heldur Sólrún Koivuneva, tí tað er gott at uppliva eina aðra mentan heilt tætt uppá og vera partur av gerandisdegnum í einari fremmandari familju, hóast talan bara er um nakrar fáar dagar.
- Nógv er annars á skránni á ferðini. Donsku næmingarnir sleppa at dansa føroyskan dans, at fletta, teir sleppa túr við Westward Ho og royna alt tað, sum hevur samband við at fiska – at kryvja, bløðga, flekja og síðan eta fiskin, tey sjálv hava fiskað. Sjálvt um summi bera seg undan at eta fisk, helst tí at tey ikki eru von við tað, so endar tað við, at eta øll fisk. Tey sleppa eisini at eta føroyskt lambskjøt. Vit ganga eisini í fjøllum, hoyra føroyskar skúlanæmingar framføra tónleik og sigla við skjótgangandi báti. At uppliva høvuðsstaðin og sjoppa eitt sindur er eisini á skránni.
Donsku næmingarnir eru øgiliga spentir at vitja Føroyar, og tá ið teir so eftir ferðina greiða øðrum næmingum frá, hvat hevur hugtikið teir mest, so er tað tað næra, sum hevur givið teimum mest, sigur Sólrún Koivuneva.
- Vit kundu kanska hildið, at tað er túrurin við skjótgangandi bátinum ella sjoppingin, men so er ikki. Heldur er tað túrurin á floti, har tey sluppu at fiska og síðan eta hann, og alt, sum hevur við náttúruna at gera umframt føroyski dansurin og at hoyra næmingar framføra og spæla tónaleik. Eftir vitjanina skilja teir nógv betur, at føroyska samfelagið er øðrvísi enn tað danska. Sumt eru tey eisini ovfarin um, eitt nú at telefonsambandið er nógv betri í Føroyum, at í Føroyum steðga bilarnir, tá fólk skulu yvir um vegin, at stórur partur av næmingunum ganga til antin tónleik ella onkra ítróttargrein, og at Føroyar eru frammarlaga, tá ið talan er um grøna orku.
Sólrún Koivuneva heldur, at føroyskir skúlaflokkar kunnu fáa eins stóra gleða av vinasambandinum sum teir donsku.
- Eg hoyri frá føroyskum lærarum, at næmingar í Føroyum hava ilt við at tosa danskt – teir tora ikki so væl at tosa danskt. At tosa við javnaldrar ger, at teir kanska tora betur. So teir fáa heilt sikkur nakað burtur úr málsliga. At koma í eitt danskt heim er eisini ein uppliving, tí tað er heilt vist øðrvísi enn í Føroyum. Gerandisdagurin í Danmark er øgiliga rokmikil, og alt er øgiliga skemalagt. Eg hugsi, at føroysku næmingarnir síggja, hvussu frælsir teir eru samanborið við donsku næmingarnar; næmingar í 9. flokki í Randers sleppa vanliga ikki út um kvøldið, tað, sum annars ikki er óvanligt í Føroyum.
Tað hevur vanliga gingið væl at fáa í lag vinasamband við føroyskar flokkar, og Sólrún Koivuneva vónar, at tað fer at eydnast aftur hesa ferð.
- Tað besta er at leggja upp til hetta sambandið so tíðliga sum til ber. Vit eru vanliga byrjað í sjeynda, men vit vilja helst byrja væl fyrr. Sambandið millum flokkarnar er, at tey skriva regluliga til hvønn annan gjøgnum langa tíð. Vit plaga at gera tað soleiðis, at næmingarnir senda smá video til hvønn annan og læra hvønn annan at kenna, facetima eina ferð um árið. Summir flokkar knýta tøtt og góð sambond. Tað veldst nógv um næmingarnar og flokkarnar sjálvsagt.
Sólrún Koivuneva heldur, at ung í dag ikki líka lættliga sum áður duga at samskifta við onnur andlit til andlits.
- Um tað er skíggin, sum ger tað, veit eg ikki. Bara hetta at koma í prát við fólk at tosa um leyst og fast er ikki so lætt hjá nógvum. Og tá næmingarnir gista hjá hvørjum øðrum, so krevst, at tey vilja og tora. So hetta er ein góður máti at læra tað. Hetta er kanska at noyða tey eitt sindur, og eisini at læra tey, at tað bilar einki, um tey ikki duga so væl at byrja við. Vit hugsa sjálvsagt eisini um, at tey skulu kenna seg trygg, og tí fara altíð tveir næmingar í hvørt heim.
Sólrún Koivuneva er fødd og uppvaksin í Føroyum. Hon hevur búð í Danmark síðan 1991. Í Romalt Friskole, har hon arbeiðir, eru 230-240 næmingar og 15-16 lærarar.
Føroysku skúlaflokkarnir, sum vitja teir donsku, sleppa at búgva ókeypis í skúlanum og 1-2 nætur heima hjá donsku næmingum. Danski skúlin hevur góðan skúlakøk, og 50 m frá skúlanum er ein ítróttarhøll við kantinu, har matur kann bíleggjast.
Skúlin liggur bara 4-5 km frá miðbýnum, bussar koyra beint uttan fyri matriklulin. Randers liggur bara eini 35 km frá Århus.