Tíðindi
04.01.2016
Í nógv ár hevur verið vanligt í nógvum skúlum at hava vinabólkar; vanliga er tað flokslærarin, sum tekur stig til vinabólkarnar, setur bólkarnar saman, ger eina ætlan fyri bólkarnar og samskiftir við foreldrini um teir. Royndirnar, sum nógvir lærarar hava av hesum, eru m.a., at børnini duga betur at vera saman við børnum, tey ikki natúrliga finna saman við.
Á kveikingardegnum, sum SSP-ráðgevingin skipaði fyri í november, tosaði Jens Andersen, sálarfrøðingur úr Danmark, ógvuliga heitt fyri vinabólkum, og at hesir eiga at verða settir við skúlaársbyrjan í fyrsta flokki og at halda á í fleiri ár.
- Vinabólkar hava ógvuliga góða ávirkan á felagsskapin millum børn. Í arbeiði mínum havi eg sæð, at lærarar frá fyrsta degi í fyrsta flokki taka stig til vinabólkar, og at ætlanin er gjørd fyri vinabólkarnar skúlaárið út. Bólkarnir eru hóskandi við fimm børnum, og so tá øll hava verið hjá øllum, verða bólkarnir settir av nýggjum. Tað kann jú henda, at tað eru foreldur, sum ikki eru so heit fyri hesum, tí tey ímynda sær, at tað er strævið at fáa bólkar við nógvum børnum heim. Men nógv tey flestu foreldrini taka undir við vinabólkum.
Jens Andersen sigur frá dømi úr skúla í Danmark, har flokkurin hevur koyrt við vinabólkum í meiri enn trý ár, og hann hevur ikki sæð nakran skúlaflokk, sum hevur so góðan felagsskap sum hesin.
- Børnini hava tað ógvuliga gott saman; tey duga at gera alt hugsandi saman, og tey eru framúr at spæla í ymsum spælibólkum. Foreldrini eru fortreytin fyri, at hetta ber til. Felagsskapur er tað øvuta av klikum, har nøkur børn halda saman og halda øðrum úti. Vinabólkarnir kunnu tryggja, at øll børn læra at vera saman við øllum.
Hetta við at skapa góðar felagsskapir hevur stóran samfelagsligan týdning. Eru børn ikki partur av góðum felagsskapi, finna tey kanska ein minni góðan og sunnan felagsskap, til dømis brotsmannalið.
- Brúka vit orkuna uppá at skapa góðan felagsskap til okkara børn so tíðliga sum til ber, so fyribyrgja vit nógvar samfelagsligar trupulleikar. Vit eiga at gera alt fyri, at børn eru partur av góðum felagsskapum.
Foreldur, sum bara hava eygu fyri sínum egnu børnum, fáa sannlíkt eitt viðkvæmt barn. Hinvegin fáa foreldur, sum málrættað arbeiða fyri, at børn teirra gerast partur av einum felagsskapi, fáa eitt robust og kompetent barn.
- Vit vita, at børn, sum eru partur í einum felagsskapi, trívast betur enn tey, sum ikki eru. Felagsskapurin er karmurin um, hvussu einstaklingurin verður til. Børn, sum eru uttan fyri felagsskapin, trívast ikki á sama hátt, sum børn, ið eru partur av felagsskapinum. Tey eru ótrygg, óglað, mótleys og rastleys; summi gerast aggressiv og broyta atferð; tað er nívandi hvønn einasta dag at fara í skúla og vita, at tú ikki ert partur av felagsskapinum, at tú ikki hoyrir heima saman við javnaldrunum. Hetta er hart fyri bæði børn og vaksin. Gerast tey hinvegin partur av felagsskapinum, broyta tey aftur atferð.
At skapa góðan og mennandi felagsskap byrjar í barnagarðsaldri. Børn velja spælivinir tíðliga, men vit eiga ikki at eggja børnunum at velja sær bestuvinir. Heldur hinvegin eiga vit at eggja teimum til at hava so nógvar ymiskar spælivinir, sum til ber so tíðliga sum til ber.
- Foreldur eru ofta upptikin av, at børnini hava bestuvinir. At spæla við nógv ymisk børn læra børnini at spæla upp á ymiskan máta, og tað er mennandi, eisini í at skapa relatiónir til onnur. Felagsskapir við bestuvinum eru ógvuliga viðkvamir, og vit vita, at viðkvamir persónar mennast í viðkvamum relatiónum. At eggja barninum at spæla við børn tvørtur um bólkar og mørk, styrkir tú barnið, og barnið verður robust. Og ikki minst, tú styrkir felagsskapin millum børnini.
Mynd: Rannvá Egholm