Leys størv

Vikarur til Velbastaðar skúla – 9 ella 10 tímar um vikuna

Velbastaðar skúli søkir eftir vikari til 1.- og 2. flokk fyri restina av skúlaárinum 2024/2025. Tímatalið liggur um 9-10 tímar.

Tú kemur saman við royndum lærara at undirvísa í  1.- og 2. flokki í føroyskum, rokning og heimstaðarlæru.

Arbeiðstíðin í skúlanum er mánadag og týsdag frá 08:20 til 13:10. 

Viðkomand, ið verður sett/ur, kann byrja beinanvegin.

Førleikakrøv: 

Læraraútbúgving.  

Læraralesandi kunnu eisini søkja

Fólk, ið hava royndir við at arbeiða við børnum í ítrótti, skótum, samkomulívi o.l. kunnu eisini søkja

Skúlin: 

Velbastaðar skúli er ein lítil skúli, har námsfrøðiliga- og fakliga menningin hjá hvørjum einstøkum næmingi hevur høga raðfesting.  

Skúlin liggur mitt í einari náttúruperlu, sum gevur góðar møguleikar fyri at skipa undirvísing, spæl og annað uttandura. 

Umleið 30 næmingar úr forskúla til 6. flokk fara at ganga í Velbastaðar skúla í komandi ári. Fýra lærarar starvast í skúlanum. 

Løn og setanartreytir 

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag.

Setanin er galdandi til og við hósdagin 19. juni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni