Tíðindi

Veðurlagsvirðislønin vísir á góðu dømini

Tað er virksemi í nógvum skúlunum, sum ger næmingarnar tilvitaðar um veðurlagsavbjóðingar og staðbundnar loysnir til nakrar avbjóðingar. Endamálið við virðislønini er at stuðla undir arbeiðið gera børn og ung tilvitað og vísa á tað góða arbeiðið, ið verður gjørt í skúlunum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

05.08.2024

Tað eru fimm ár síðan, at Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags sá dagsins ljós. Hesi árini hava fimm skúlar fingið Veðurlagsprógv handað, sum prógv um, at teirra skúli hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Endamálið við virðislønini er at stuðla undir arbeiðið í skúlunum at gera børn og ung tilvitið um veðurlagsavbjóðigarnar og at vísa á tað góða arbeiðið, ið verður gjørt í skúlunum. Børn og ung hava áhuga fyri umhvørvinum og veðurlagsbroytingunum, og ungdómurin gongur ofta á odda fyri broytingum kring heimin. Við Veðurlagsvirðislønini vilja vit geva umstøður, so at føroyski skúlin í størri mun kann eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, so at børn og ung fáa øktan áhuga í at finna loysnir.

Tað er nógv ymiskt, sum vinnandi skúlarnir hava arbeitt við, tá veðurlagsavbjóðingar eru á skránni. Skúlarnir, ið hava fingið Veðurlagsprógv, eru Eysturskúlin (2020), Skála skúli (2021 og 2022) Runavíkar kommunuskúli (2023) og Eiðis skúli (2024). Í Eysturskúlanum hava tey velt grønmeti við næmingunum, og á Skála er m.a. skipað fyri, at næmingarnir velta grønmeti, skilja burturkast, sankutøð, hava hønur, og seyma innkeypsnet úr toyrestum. Í Runavík skilja næmingarnir burturkast, hava hønur og vaklar og seta epli niður í ull, sum annars hevði ligið í náttúruni ella verið brend. Og í ár fekk Eiðis skúli viðurkenningina. Tey hava lagt tímatalvuna um, og dentur verður lagdur á at nýta staðbundnu loysnirnar. Eitt virksemi á Eiði er, at farið verður í fjøruna at stinga fliður, og tá næmingarnir hava upplivað alla gongdina, enda teir við at standa og vaska upp, eftir at hava etið fiskin, teir fiskaðu. Hetta gevur næmingunum tíð og rúm at fara niður í dýpdina við grundleggjandi førleikunum.

Tað er virksemi í nógvum skúlunum, sum ger næmingarnar tilvitaðar um veðurlagsavbjóðingar og hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning, og har burðardygga menningin er við í arbeiði ella undirvísingini á skúlanum. Hvørt ár koma fleiri góðar umsóknir inn til Veðurlagsvirðislønina.

Veðurlagsvirðislønin er samstarv millum Føroya Lærarafelag, Betri Pensjón og FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag). Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har aftrat 25.000 krónur. Peningurin er ætlaður til í mestan mun fara til víðari arbeiða við burðardyggum loysnum á veðurlagsavbjóðingum.

Freistin at søkja um Veðurlagsvirðislønina komandi ár er 24. mars 2025, og Veðurlagsvirðislønin verður handað vinnandi skúlanum á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 26. apríl.

Tað er altíð spennandi at síggja, hvussu skúlarnir arbeiða við veðurlagsavbjóðingar, og vit gleða okkum at síggja nógvar áhugaverdar umsóknir komandi ár.

https://www.lararafelag.fo/ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n-1

https://www.skulabladid.fo/ei%C3%B0is-sk%C3%BAli-%C3%A1rsins-ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni