Tíðindi
20.12.2023
Sambært rundskrivi um “Frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum skúlaárið 2024/2025”, sum skúlarnir í dag hava fingið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, fáa næmingar í fólkaskúlanum vetrarfrítíð fyrstu ferð í 2025. Í rundskrivinum er vetrarfrítíðin løgd í viku sjey – frá mikudegnum 12. februar til sunnudagin 16. februar – tað vil siga tríggjar skúladagar.
Skúladagatalið er óbroytt. Í rundskrivi um árliga skúladagatalið, sum eisini er sent skúlunum í dag, sæst, at árliga skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans er 193 dagar.
Landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at verður vetrarfrí sett á skránna, verður tað í eini royndartíð á trý ár. Tað sæst ikki í rundskrivinum.