Tíðindi

Verður tað at megna lívið bara enn eitt á listanum, sum næmingar skulu læra?

Næmingar fáa ikki karakter í tí, men tað ber kortini til at miseydnast í tí at meistra lívið. Er tað rætti vegurin at fara? Henda spurningin hava granskarar í Noregi sett sær.

10.10.2024

Tað at meistra lívið er ikki ein lærugrein í skúlanum. Tað er heldur eitt yvirskipað undirvísingarevni í fleiri lærugreinum. Til dømis skulu næmingar læra um samleika, seksualitet og kyn í samfelagsfrøði. Í ítrótti læra teir mindfulness og at fyribyrgja strongd, og í støddfrøði læra teir um at halda hús við pengum. Málið er at geva næmingum førleikar, sum fremja góða sálarliga og likamliga heilsu. Tað ljóðar gott og tykist gagnligt, men sálarfrøðingar, lærarar og skúlamyndugleikar eru ikki samdir um, hvat hugtakið at meistra lívið í grundini merkir, ella hvat tað inniheldur. Í Noregi hevur stórt kjak verið um henda spurningin í sambandi við eina ráðstevnu, sum var í 2021, og spurningurin, sum var oftast at hoyra, var, hvussu vit í roynd og veru skulu gera, soleiðis at ung meistra lívið.

Er tað at meistra lívið rætti heilivágurin?

– Svarið er nei, í besta føri kanska, sigur Ole Jacob Madsen, sálarfrøðingur og heimspekingur. Hann hevur skrivað bók um tað at meistra lívið í skúlanum og allýsir strongd sum ósamsvar í eini støðu, sum kemur millum einstaklingin og krøvini, sum verða sett honum.

– Tú kanst antin royna at megna krøvini ella royna at gera einstaklingin út við betri tilfeingi at megna krøvini. Eg síggi, at tað er tað seinna, sum mann velur at gera í staðin fyri at gera broytingar í gerandisdegnum, sum sær út til at gera nógv børn og ung strongd, sigur hann.

Ov stór krøv til einstaklingin

Madsen heldur, at næmingar, sum eru sterkir og hava góðar fortreytir at meistra lívið, fáa mest gagn av teimum læruætlanunum, ið eru settar í verk í Noregi.

– Vit eiga at hyggja at skipanini, sum ger børn og ung strongd. Vit kunnu ikki geva børnum og ungum skyldina fyri, at tey fáa sálarligar avbjóðingar, sigur hann við norsku heimasíðuna forskning.no.

Tá ið talan er um at meistra lívið, skulu næmingarnir gerast serfrøðingar viðvíkjandi egnum tankum og kenslum. Sambært Madsen er hetta í samsvari við sjálvhjálpsmentanina, sum vit síggja aðra staðni í samfelagnum.

– Tað gongur út upp á, at einstaklingurin eigur at taka størri ábygrd av sær, sínum lívi og sínari heilsu, sigur hann.

Men Madsen setir spurnartekn við, um orkan kann verða meiri málrættað nýtt til teirra, sum tørvar hana mest.

– Her hava vit eina eintýðuga fatan av, at børn skulu fáa undirvísing í sálarheilsu og síðan kunnu brúka undirvísingina upp á seg sjálvan. Tað er ov nógv at vænta. Eg haldi ikki, at tað er nøkur einføld loysn upp á hetta, har svarið er, at børn og ung mugu læra at meistra lívið. Vánalig sálarheilsa er mangan úrslit av, at einstaklingurin reagerar natúrliga, tá ið familjuviðurskiftini er vánalig, uppvakstrarkorini somuleiðis ella at barnið kennir seg uttanfyri í skúlanum, sum aftur hongur saman við sosialum, politiskum og fíggjarligum viðurskiftum.

Kanst tú klára teg illa í at meistra lívið?

Marthe Mathea Tyse, læraralesandi í Noregi, er ivasom, tá ið talan er um stóra fokusið á sálarheilsu í skúlanum.

- Tað er sum heild gott, at børn og ung skulu læra at meistra lívið, men eg hugsi ikki, at tað hjálpir einstaklingum, sum stríðast og sum ikki megna skúlan ella gerandisdagin. Tey fáa ikki betri hjálp ella verða lættari sædd, um tað at meistra lívið kemur á tímatalvuna.

Hon vísir til hagtøl, sum vísa, hvussu nógv stúra fyri at ganga í skúla, sum hava angist, og sum kenna seg einsamøll. Hetta er tað, vit nevna skúlaaftran ella stór skúlafrávera, og fyribrigdið er vaksandi allastaðni.

– Tí eiga vit at hugsa um onnur viðurskifti, sum vit eiga at broyta, heldur enn at seta meiri á tímatalvuna, sum næmingarnir skulu læra, vísir hon á.

Hon stúrir eisini fyri próvtølum og metingum av hvørjum einstøkum.

– Kanst tú klára teg illa í at meistra lívið? Gert tú tað, so gerast truplar umstøður uppaftur truplari.

Hon heldur, at skipanin eigur at verða broytt, og at meiri ljós varpað á einstaklingin.

Fleiri metingar í framtíðini

Eftirsum at tað at meistra lívið ikki er lærugrein fyri seg, fáa næmingar ikki skoðsmál í undirvísingarevninum. Kortini halda skúlafólk, at vit kunnu rokna við fleiri metingum og skoðsmálum. Sambært Elisabeth Bakke, háskúlastjóra við Háskúlan á Vesturlandinum, mennir OECD mátikrøv, sum foreldur, lærarar og onnur kunnu brúka at meta um sosialu og kensluligu menningina hjá børnum. Hon vísir á, at slíkar metingar longu verða brúktar í barnagørðum:

– Eitt barn skal eitt nú siga, hvussu góður vinur tað sjálvt metir seg at vera. Barnið skal eisini taka støðu til, um lærarunum dámar tað. Út frá hesum verður barnið mett í, hvussu góðar førleikar tað hevur á sosiala og kensluliga økinum, sigur Bakken.

Tendra ein neista

– Málið við skúlanum í ungdómstíðini er at tendra ein neista í næmingunum og hjálpa teimum at kobla seg til nakað størri enn tey sjálvi eru, nakað sum er uttan fyri tey sjálv, sigur Madsen.

Í dag byggir skúli bæði á próvtøl og verkligt arbeiði, sambært Madsen.

– Tað eru serliga genturnar, sum hugsa framtíðina við inn í valini, tær gera, og sum taka vaksin val fyrr enn dreingirnir gera. Fáa tey ikki hægsta skoðsmál fyri royndina, uppliva tær tað sum oyðileggjandi fyri framtíðar møguleikar. Strongd ger seg serliga galdandi síðstu tvey árini í hádeildini og miðnámi. Ein kanning frá 2017 vísir, at so nógv sum sjey av tíggju gentum ofta ella ógvuliga ofta kenna strongd av skúlans arbeiði.

Ikki nakað nýtt

Í námsætlanini eru nøkur orð, sum peika beint inn í nýggja undirvísingarevnið, sum er lívsmeistran: positiv sjálvsmynd, ábyrgdarfull val, tryggur samleiki, persónligar og verkligar avbjóðingar, meining við lívinum, tankar, kenslur og relatiónir.

- Hetta eru ógvuliga nógv viðurskifti, og eg óttist fyri, at tað verður psykologserað í skúlanum. Øll vilja, at børn og ung skulu meistra lívið, men eg stúri fyri, at lokkandi lívsmeistringsstrategiin virkar við til órealistiskar væntanar, har vandarnir at miseydnast eru størri enn møguleikin at eydnast.

Hvat er at meistra lívið?

Fólkaheilsa og at meistra lívið er tvørfakligt undirvísingarevni í norska skúlanum, sum sambært námsætlanunum hjá teimum skal geva næmingum førleikar at fremja sálarliga og likamliga heilsu, og sum aftur gevur teimum møguleika at taka ábyrgdarfull val í lívinum.

Kilde: Utdanningsdirektoratet.no og forskning.no

Mynd: iStock

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni