Tíðindi

Verður nóg nógv sett av til føroyskt sum annaðmál?

Føroyskt sum annaðmál er lutvíst fíggjað innan fyri verandi fíggjarkarm, ið fólkaskúlin ræður yvir, og lutvíst við øktari játtan. - Hvussu stórur tørvurin er á meiri fígging, eri eg ikki heilt greiður yvir, men eg veit, at tørvur er á meiri peningi, um vit skulu røkka øllum børnunum. Tað sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður.

04.07.2024

Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum er fleirfaldaður eftir fáum árum. Í 2021 metti Undirvísingarstýrið, at játtanin til undirvísing í føroyskum sum annaðmál var farin frá 2 til 5 milliónum eftir fáum árum, og síðan er tað bara lagt aftrat hesum.

- Tað er rætt, at hetta økið er lutvíst fíggjað innan fyri verandi fíggjarkarm og lutvíst við øktari játtan. Hvussu stórur tørvurin er á meiri fígging, eri eg ikki heilt greiður yvir, men eg veit, at tørvur er á meiri peningi, um vit skulu røkka øllum børnunum. Vit vita eisini, at tørvurin bara veksur. Í fíggjarlógararbeiðinum, sum fer í gongd í heyst, vóni eg, at eg kann leggja upp fyri tørvinum. 

Í Breddanum í Útvarpinum í mars kom tað fram, at tað eru 120 børn í fólkaskúlanum, ið als ikki skilja føroyskt; harafturat koma øll tey, sum kenna nakað av føroyskum, men enn hava langt á mál fyri at kunna blíva ein virkin partur í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Sostatt eitt stórt tal, sum veksur alsamt.

Fyrst í februar fingu 20 lærarar diplomútbúgving í at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, 11 teirra eru fólkaskúlalærarar. At undirvísa næmingum í føroyskum sum annaðmál krevur hollar førleikar og útbúgving. At 11 fólkaskúlalærarar hava fingið útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er eitt gott fet á leiðini. Føroya Lærarafelag vísir tó á, at hesir eru ov fáir til at røkka stóru uppgávuni, sum er kring alt landið.

- Útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður partur av eftirútbúgvingarleistinum, sum tað í løtuni verður arbeitt við at gera. Har er hugsandi, at útbúgvingin, sum hesi 20 hava fingið, verður umskipað til eina útbúgving, sum lærarar kunnu taka yvir eitt tíðarskeið, tað vil siga nøkur modul, sum lærarar kunnu seta saman sambært tørvinum, teir hava á førleikamenning. Enn eru vit ikki komin heilt á mál hesum viðvíkjandi. Námsætlanin, sum viðvíkur undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er liðug.

Les alla samrøðuna við Djóna N. Joensen í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni