Tíðindi
19.11.2018
Í hesum skúlaárinum er 10. flokkur í 13 skúlum, men stendur tað til landsstýriskvinnuna, verður 10. flokkur savnaður í færri eindir. Í álitinum, sum fólkaskúlaráðið handaði landsstýriskvinnuni í fjør, var lagt upp til 4 stórar eindir, í Suðuroy, Havn, Eysturoy og Norðoyggjum.
Ætlanin við 10. flokki er at geva næmingunum eitt øðrvísi skúlatilboð við fleiri valmøguleikum og breytatilboðum, har teir fáa umstøður at fyrireika seg til at fara í miðnámsskúla ella í arbeiði. 10. flokkur skal eisini vera eitt serligt tilboð hjá teimum, sum ikki eru so væl fyri fakliga. Kravda tímatalið í 10. flokki er 28 tímar um vikuna, ongar lærugreinir eru kravdar, men hesar lærugreinir skulu standa næmingunum í boði: føroyskt, danskt, støddfrøði, kristnikunnleiki, ítróttur, samtíð og enskt. Við verandi skúlabygnaði er trupult at veita næmingunum fjølbroytt undirvísingartilboð, tá ið næmingarnir eru spjaddir í so nógvum 10. flokkum í skúlunum kring landið.
Í frágreiðingini, sum er skrivað í sambandi við, at aðalorðaskifti verður um fólkaskúlan mikudagin, verður sagt, at verða fýra 10. flokseindir skipaðar, verða umleið 3 milliónir krónur spardar ella gagnnýttar betur, heldur enn í teimum 13, sum nú eru.
- Hesar 13 eindirnar eru úr fimm næmingum upp í knapt 200 hetta skúlaárið. Verður hugt at játtanini, er játtanin til Nám X lág, tá ið roknað verður pr. næming. Hóast tað, er tað júst Nám X, ið bjóðar nógv flestar breytir av øllum 10. flokkunum í landinum.
Í álitinum frá fólkaskúlaráðnum verður mælt til, at tær fýra eindirnar verða styrktar, og at nakað av fíggjarliga avlopinum tískil verður gagnnýtt í hesum fýra eindunum. Hendan eyka fígging skal millum annað nýtast til styrkta lestrarvegleiðing og fleiri tilboð til næmingarnar.
At fremja bygnaðarligar broytingar í 10. flokki verður frá fyrisitingarligari síðu mett sum rættiliga lætt átak borið saman við onnur átøk. Harumframt eru fíggjarligu og innihaldsligu fyrimunirnir eyðsýndir, verður sagt í frágreiðingini.
Landsstýriskvinnan kann ikki við verandi fólkaskúlalóg áseta 10. flokseindirnar. Tað krevur lógarbroyting.