Tíðindi

Verða fleiri lærarar útbúnir at undirvísa í føroyskum sum annaðmál?

Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, hevur sett Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini um føroyskt sum annaðmál.

31.10.2024

Løgtingskvinnan vil vita, um ætlanin er at seta útbúgving í gongd aftur at útbúgva fólk til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, og sum so er, hvussu hon verður skipað, og nær hon kann væntast at byrja. Í viðmerking til spurningin verður sagt, at tað er væl kent, at stór tilflyting er og hevur verið til Føroya nú í rúma tíð.

- Fólk úr nærum øllum heiminum koma higar at arbeiða og búgva, og tað gevur okkum nýggjar uppgávur at loysa sum land, kommunur, stovnar og vinnulív. Ein týdningarmikil partur av eini væleydnaðari integratión (samlaging) er, at tilflytarar læra føroyskt væl og virðiliga. Tí varð útbúgving í tíðarskeiðinum 2019-2023 fyrireikað og framd á Fróðskaparsetri Føroya fyri tey, sum skulu undirvísa í føroyskum sum annaðmál, sum partur av eini heildarætlan fyri tilflyting og integratión. Hendan útbúgving er gjøgnumførd eina ferð, og tey, sum tóku prógv, eru í fullum virksemi kring landið sum lærarar hjá tilflytarum. Men enn eru mong, sum ikki hava lært føroyskt, og enn eru mong, sum antin undirvísa ella í framtíðini skulu undirvísa útlendingum í føroyskum, sum ikki hava fingið útbúgving ella eftirútbúgving í hesum serstaka førleika. Tað er sera týdningarmikið, at hildið verður fram at tryggja føroyska samfelagnum hesar førleikar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, samstundis sum arbeitt verður við at fáa fleiri av tilflytarunum ígjøgnum skeiðini í føroyskum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni