Tíðindi
26.05.2016
Í nógvum skúlum eru verkætlanaruppgávurnar, sum næmingarnir í 9. og 10. flokki skulu gera, nýliga avgreiddar; nógva staðni frættist um næmingar, sum eldhugaðir hava granskað evni, teir hava valt sær, og síðan lagt fram fyri lærarum og floksfelagum. Sama er galdandi fyri næmingar í 8. flokki, sum vanliga eisini hava verkætlanararbeiði at venja seg til kravdu verkætlanaruppgávuvna í 9. og 10.flokki.
Tað eru nú nógv ár síðan, tað at arbeiða við verkætlan gjørdist partur av elstu flokkunum í fólkaskúlanum, og tað er eftir øllum at døma komið fyri at verða. Sambært fólkaskúlalógini § 9. Stk. 2 skal verkætlanararbeiði standa næmingum í 7.-10. flokki í boði. Frá farna skúlaári er Mentamálaráðið farið at játta tímar serstakt til kravdu verkætlanaruppgávuna í 9. og 10. flokki. Játtaðir verða 2,5 tímar til hvønn næming. Tilsamans eru 2.943 klokkutímar játtaðir skúlaárið 2016/17 til endamálið, umframt at atknýttu lærararnir varðveita alla undirvísingina, teir hava. Skrivlig mannagongd er send øllum skúlaleiðslunum.
- Henda játtanin hevur ikki verið áður, og tímar hava heldur ikki verið játtaðir serstakt til verkætlanararbeiði áður. Talan er tí um uppraðfesting av økinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum.
Í skrivi sent øllum skúlaleiðslum fyrst í mai í 2015 verður víst á hesa broyting og eisini víst á, hvussu skúlaleiðslur framyvir kunnu raðfesta verkætlanararbeiði í yngru flokkunum:
Verkætlanararbeiði annars í skúlanum verður framyvir ikki skrásett serstakt, men kann verða skipað undir teiginum “Ráðlegging, eftirmeting, lærarasamstarv og skúlamenning”.
Lærarar halda, at verkætlanararbeiðshátturin eigur at verða royndur í øllum flokkum; hesum tekur Mentamálaráðið fult undir við og hevur tí uppraðfest økið við serstøku játtanini til 9. og 10. flokki, so betri rúm er fyri verkætlanararbeiði í yngru flokkunum. Leiðsla og lærarar ráðleggja, hvussu farið verður fram í einstaka skúlanum viðvíkjandi kravdu verkætlanaruppgávuni í 9. og 10. fl. og í verkætlanararbeiði í yngru flokkunum.