Tíðindi

Verkætlan at menna orðblindaøkið í fólkaskúlanum

Okkum vantar fleiri og neyvari orðblindatestir, eisini til teir eldru næmingarnar. Og okkum vantar tilfar, og okkum vantar tímar. Ikki minst vantar okkum fleiri orðblindalærarar. Tað siga Gunvør Højgaard og Annika Marr Poulsen, lærarar í Skúlanum á Fløtum, sum eru í holt við eina verkætlan at menna orðblindaøkið í fólkaskúlanum

09.11.2021

Hetta er annað árið, at Gunvør Højgaard og Annika Marr Poulsen eru í holt við eina verkætlan, sum hevur til endamáls at menna orðblindaøkið í fólkaskúlanum. Verkætlanin er stuðlað av Mentamálaráðnum undir royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum. Tær eru báðar orðblindaráðgevar og hava í nógv ár arbeitt við orðblindum næmingum. Hóast nógv er hent á orðblindaøkinum seinastu árini, hava tær sæð, at tað framvegis eru nógvar avbjóðingar, og at nógv viðurskifti eiga at verða bøtt um og betur skipað. Í stóran mun er talan um, at okkum tørvar mannagongir og leiðreglur, soleiðis at tá ið orðblindni verður staðfest, er rætta hjálpin tøk.

- Okkum vantar fleiri og neyvari orðblindatestir, eisini til teir eldru næmingarnar. Og okkum vantar tilfar, og okkum vantar tímar. Ikki minst vantar okkum fleiri orðblindalærarar. Orðblindalærarar vórðu útbúnir í 2010 og aftur í 2015. Fleiri av hesum eru farnir frá vegna aldur, og um nøkur fá ár koma vit at mangla hesa servitanina úti í skúlunum, um vit ikki fara undir at útbúgva fleiri orðblindalærarar nú.

Størsti skúlin í landinum er Skúlin á Fløtum við umleið 850 næmingum. Nógvir skúlar hava serflokkar inni í skúlanum. Hevði ein orðblindaserflokkur verið ein gongd leið?

- Eins og í londunum kring okkum mugu vit rokna við, at 5-7% av næmingunum eru orðblindir, og tað vil siga, at tað helst eru 40-50 næmingar í Skúlanum á Fløtum, sum eru orðblindir. Tað eru fyrimunir og vansar at hava serflokkar; stóra avbjóðingin er at fáa undirvísingina hjá orðblindu næmingunum at passa saman við tímatalvuna hjá flokkinum, tí tað er ikki nóg gott at taka næmingin út úr undirvísingini í øllum lærugreinum; tað ger, at hann missir ov nógv í ymsu lærugreinunum og missir sambandið við flokkin, og tað ynskja vit ikki. Rætta loysnin er heldur, at vit hava fyrilit fyri, at tað eru næmingar í flokkinum, sum hava avbjóðingar at lesa. Eisini er tað gott við styttri skeiðum, har orðblindu næmingarnir m.a. fáa undirvísing í tøkni og forritum/amboðum, sum kann hjálpa teimum í dagligdegnum. Arbeitt verður fram ímóti, at næmingurin kann taka hond um og ábyrgd fyri síni skúlagongd á jøvnum føti við sínar floksfelagar.

Um rætta hjálpin til orðblindanæmingar er ein orðblindaskúli, sum burturav er til næmingar við orðblindni, ivast tær í.

- Samfelagið er lítið, so kanska er ein orðblindaskúli ikki tað rætta. Ein onnur loysn er at arbeiða fram ímóti einum orðblindavinarligum fólkaskúla, sum tey hava í Noregi og Onglandi. Har hava tey í nógv ár arbeitt við og breitt út eina verkætlan (konsept), sum tey nevna “Orðblindavinarligur skúli”. Hetta er ein skúli, sum lýkur heilt ávís fyriskrivað krøv, og tað tekur tvey, trý ár at byggja upp og menna skúlan soleiðis, at hann kann verða góðkendur sum “Orðblindavinarligur skúli”. Onnur lond eru eisini ávegis, t.d. Danmark.

Hetta er sera áhugavert og heilt víst nakað, vit kunnu taka til okkum her í Føroyum.

Arbeiðið í fólkaskúlanum við orðblindni verður nógv ávirkað av viðurskiftum uttan fyri fólkaskúlan. Tað er tætt tongt at tí menning, sum er á tøkniliga økinum í Føroyum. Eisini arbeiðsumstøður, t.e. undirvísingartímar, mannagongdir og tilfar eru avgerandi fyri, hvussu vit megna at menna orðblindaøkið.

- Øll mugu arbeiða saman, Mentamálaráðið og Nám, Føroyamálsdeildin, sum umsitur rættstavaran, Ljóðbókatænastan og onnur viðkomandi øki. Øll skúlaskipanin brúkar Office 365, har tað verður skrivað á netinum, men rættstavarin riggar ikki on-line á føroyskum. Á øllum øðrum málum riggar hann, men ikki á føroyskum, og tað má koma í rætt lag.

- Í dag eru møguleikar á orðblindaøkinum, sum ikki vóru fyri bert fáum árum síðani, og tað er heilt víst spennandi, hvussu vit í Føroyum fara at menna hetta sera týdningarmikla økið framyvir.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni