Tíðindi
24.11.2015
Fólkaskúlin er bókligur. Pisa-royndir og landsroyndir kanna mest bókliga førleikan hjá næmingunum. Tá tær fylla nógv í fólkaskúlanum, hava tær flutt skúlan longur tann bókliga vegin. At eingin roynd kannar handaligu og verkligu førleikarnar, er raðfestingin av teimum førleikunum samsvarandi lægri. Tað er avgjørt gott, at arbeitt verður miðvíst við bókligu førleikunum hjá næmingunum. Men samfelagnum tørvar eisini næmingar við hollum handaligum og verkligum førleikunum. Tí haldi eg, at átøk at menna handaligt og verkligt arbeiði í skúlanum eigur at raðfestast hægri.
Verkligt arbeiði eigur at vera er ein stórur partur av undirvísingini í náttúru & tøkni og alis & evnafrøði, har endamálið við lærugreinunum m.a. er “at leitanar- og rannsóknarhugur næmingsins verður mentur við verkligum royndum”. Verkliga arbeiðið umfatar millum annað, at næmingarnir brúka gassbrennarar, kóka vatn í bikargløsum, brúka sýrur og basar og hita og smelta metal. Verkliga arbeiðið í lærugreinunum økir um áhugan hjá næmingunum og kann vaksa munandi um lærdómin.
Ein stórur trupulleiki hjá lærarunum í hesum lærugreinunum er, at bólkarnir í verkliga arbeiðinum ofta eru oman fyri 20 næmingar. Náttúra & tøkni í 4. til 6. fl. og alis & evnafrøði í 7. fl. eru kravdar lærugreinar. So har er allur flokkurin við. Og í framhaldsdeildini, har alis & evnafrøði er vallærugrein, velja flestu næmingarnir lærugreinina. So aftur stórir bólkar har.
Tað eru fleiri trupulleikar við stórum bólkum í verkliga arbeiðinum, nakrir eru:
tað skal nógv útgerð til, so at allir næmingar fáa roynt seg
tað er sera trupult hjá læraranum at fylgja við í, hvat gongur fyri seg í hvørjum horni, hetta er óheppið, tí verkliga arbeiðið kann vera vandamikið
tíðin at vegleiða einstaka næminginum í verkliga arbeiðinum er avmarkað og
úrtøkan hjá einstaka næminginum frá verkliga arbeiðinum gerst minni enn hon kundi verið.
Hesir trupulleikar, ið lærarar serliga hava, tá ið bólkarnir av næmingum gerast 20 og fleiri, gera, at lærarar kenna seg noyddar at avmarkað verkligu royndirnar. Tað er lætt at skilja teir, men samstundis harmiligt, at so má vera.
Í handaligu lærugreinunum, t.d. heimkunnleika og smíð, eru ásetingar um, at næmingatalið er á leið 12 í hvørjum bólki. Hetta er ein góð skipanin, ið gevur læraranum góðar møguleikar at hjálpa næmingunum í handaliga og verkliga arbeiðinum.
Eg ynski eina líknandi skipan, sum tann fyri handaligu lærugreinarnar, fyri náttúru & tøkni og alis & evnafrøði. Har tímar verða játtaðir flokkar við fleiri enn 20 næmingar, so teir kunnu verða býttir í smærri bólkar. Tað vildi lætt um arbeiðið hjá læraranum, økt um trygdina og ment verkligu førleikarnar og kunnleikan til lærugreinarnar hjá næmingunum.