Tíðindi
23.07.2024
Hesin spurningurin er vorðin støðugt meira viðkomandi, nú tær málsligu fortreytirnar broytast so markant í hesum tíðum. Hjá flestu børnum og ungum í dag er enskt teirra fyrsta fremmandamál. Eisini tá tey leita á netinum er tað á enskum. Danskt er farið heilt í bakgrundina. Ja, summum dámar enntá betur at tosa enskt til dagligt enn føroyskt, og nú tosi eg ikki um tey, ið koma uttaneftir, men børn og ung í Føroyum, ið hava føroysk foreldur. So okkara móðurmál er sanniliga eisini hótt.
Stundum hoyrist ein annar heldur margháttligur spurningur. Hvat fremmandamál skulu vit heldur læra, danskt ella enskt. Til tað er at siga, at sjálvandi skulu vit læra bæði málini væl og virðiliga. Og helst nakað av týskum eisini.
Veit ikki um tað er gjørligt í longdini, men vit mugu berjast sum longst fyri at halda støðið eisini á donskum, so vit framhaldandi kunnu samskifta við skandinavar á skandinaviskum og ikki á enskum, sum fleiri halda er gott nokk. Tað er tað ikki. Hví halda tit, at so nógvir føroyingar hava góð størv og eru so eftispurdir eitt nú í Noreg? Tað er ikki minst tí, at málsligi førleikin er góður umframt tann fakligi sjálvandi. Vit eru einasta tjóð í Norðurlondum, sum kann samskifta við bæði danir, norðmenn, sviar og ofta eisini við íslendingar, uttan at nýta enskt. Tað hevur eisini óteljandi ferðir víst seg, at føroyingar eru best fyri málsliga, tá ið vit luttaka í norðurlendskum høpi. Vit eru eitt slag av bindilið ímillum tað skandinaviska og tað enska. Havi sjálvur meira enn eina ferð hoyrt íslending sagt, at teir eru harmir um, at teir meira og minni hava slept tí norðurlendska. Teir klára seg ofta sera illa á skandinaviskum og vila tí næstan altíð at samskifta á enskum. Teir heita staðiliga á føroyingar um at halda fast við at læra væl danskt og harvið eisini at kunna samskifta við aðrar skandinavar á teirra máli.
Ferðavinnan er eisini fegin um, at vit klára okkum væl á skandinaviskum. Kenni hetta frá mær sjálvum, tí eg stundum havi arbeitt sum ferðaleiðari í frítíðini í nógv harrans ár. Tá eg so onkuntíð havi spurt norðurlendskar gestur um, hví tey valdu Føroyar sum ferðamál, hevur eitt av svarunum ofta verið, at tit eru so væl fyri málsliga. Tit duga so væl danskt, væl betur enn eitt nú íslendingar, og tað norska og svenska er eisini gott. Ja, tað vil siga, at tað svenska knípir nakað nú í mun til fyrr, siga summar føroyskar ferðaskrivsmiðir. Tað er helst tí, at vit fyrr serliga lærdu danskt við at lesa. Í dag er tað nógv meira við at hoyra og lurta. Tað gøtudanska, sum eisini bleiv lært fyrr, hevði eisini sínar dygdir.
Aðrar orsøkir eru eisini til at læra væl danskt. Eitt nú er meginparturin av tilfarinum á miðnámi á donskum, og nógvur ungdómur fær sær, enn sum áður, útbúgving í Danmark.
Hvussu er so støðan við donskum í skúlunum í dag, og hvussu klára vit at halda stand, nú skúlin stendur fyri broytingum og alt samfelagið við, er nærliggjandi at spyrja. Danskt er undir trýsti, eingin ivi um tað. Og tað eru tað fleiri orsøkir til. Eitt er, at um ikki so langa tíð verða helst fleiri grundleggjandi broytingar gjørdar á skúlaøkinum. Skúladagurin skal styttast, ynskja skúlarnir sjálvur, og politiska skipanin er samd. Samstundis skulu kreativu fakini uppraðfestast. Hetta merkir, at tey málsligu fakini, uttan føroyskt, mugu skerast. Danskt og enskt fara helst frá fýra til tveir tímar um vikuna í hádeild. Skúlin á Fløtum hevur longu innført hetta, tó sum royndarskipan fyribils. Sum skilst ætlar Eysturskúlin nakað tað sama.
Onnur avbjóðing í skúlunum í dag er vaksandi talið av næmingum við føroyskum sum annað mál. Nógv duga antin illa ella slett ikki føroyskt. Og hvussu skal tað so vera við donskum. Har eru tey sjálvsagt eiðasør. Hetta kemur eitt nú til sjóndar, tá ið tú sum lærari skal vísa onkran viðkomandi film. Vanligt hevur verið at nýtt danskan undirtekst, men tað ber illa til longur, tí eg eitt nú havi rumenskar og griskar næmingar í flokkunum. Eg gangi teimum ikki altíð á møti við enskum, tí danskt skal eisini lærast í skúlunum. Men tað er ikki lætt.
Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Setrinum, nevnir í áhugaverdari grein herfyri eitt nú, hvat treytar málsligt lívføri. Hann sigur, at tað eru tríggir høvuðstættir, sum hava týdning: tign (status), demografi og sokallaðir stovnsligir stuðlar, t.e. stovnar, sum nýta málið í øllum viðurskiftum. Teir stuðla upp undir málið á tann hátt, at við at nýta tað, eru teir við til at varðveita og menna tað.
At stovnar, skúlar og fyritøkur nýta føroyskt í at kalla øllum lutum í dag er sera gott og má sjálvsagt halda fram fyri at verja okkara móðurmál. Hinvegin plagdi danskt at hava tignina, vera tað fyrsta fremmandamálið, ið flest dugdu best og sum tey kunnaðu seg ígjøgnum. Í dag er tað avgjørt enskt, sum hevur tignina, og harvið er tað málið, sum ikki minst tey ungu hoyra og lesa stórt sæð alla tíðina, og harvið duga best.
At vit í Føroyum hava tvey fremmandamál, danskt og enskt, sum vit skulu læra væl og virðiliga, gerst støðugt meira avbjóðandi í dagsins skúla. Her mugu myndugleikarnir alsamt hava fingurin á pulsinum og finna brúkiligar og haldbarar loysnir.
So kvalt verður danskt helst ikki, tíbetur. Men tað má fóta sær at nýggjum og finna sína røttu hill. Ella kann skjótt vera hóttafall.