Bloggur
15.08.2014
Tá eg júst var byrjaður á Setrinum, vóru vit nýggju lesandi vóru boðin til eina samkomu í hølunum hjá Østrøm. Sigurd í Jákupstovu, rektari, helt røðu. Hann nevndi m.a. í síni vælkomurøðu, at vit, sum júst vóru byrjað, nú høvdu valt okkara lívsleið. Ja, tað verður tað kanska hjá onkrum okkara, men har sótu eisini fleiri, sum eftir aldrinum at døma, fleiri ferðir áður høvdu valt sær sína "lívsleið."
Lívið er fult av valmøguleikum, og hvørja ferð tú velur okkurt, velur tú okkurt annað frá. Onkuntíð er lætt at velja, meðan tað aðrar tíðir kann vera torførari. Og onkuntíð ella kanska ofta broytast fortreytirnar soleiðis, at tað, vit valdu, ikki lagaði seg júst so, sum vit høvdu ætlað.
Men vit koma øll áhaldandi í støður, har vit skulu velja. Uppi yvir kølidiskinum í FK skal tú gera av, hvat tú skal hava til døgurða. Skal eg fara út at renna nú, ella skal eg bíða til seinni:) Skal eg lurta eftir útvarpinum ella Rás2.
Tá vit skulu velja, er kanska gott at spyrja seg sjálvan henda spurning: Hvønn týdning hevur tað, sum eg velji nú, um fimm ár:)
Av teimum valmøguleikum, sum eg nevndi omanfyri, kunnu vit siga, at onki hevur nakrar víttrøkkandi avleiðingar, uttan so, at eg hvørja ferð velji antin kjøtfars ella hakkikjøt í FK, ella eg altíð útseti rennitúrin. Annars er tað fyri so vítt líkamikið, hvat eg velji.
Omanfyrinevndu valstøður eru ikki tær truplastu, tí avleiðingarnar av tí tú velur, eru ikki serliga stórar og røkka ikki langt fram í tíðina.
Øðrvísi var tá eg fyri tveimum árum síðan skuldi gera av, hvørja leið eg skuldi taka. Skuldi eg søkja á Setrið:) Tja:). Eg kundi altíð søkja. Tá eg so fekk svar, at eg var sloppin inn, skuldi avgerðin takast, um eg skuldi fara í skúla, ella heldur royna at finna mær eitt fast arbeiði. Niðurstøðan var so, at tað hevði størri týdning fyri eftirtíðina (hjá mær) at fara í skúla. Tvs. tað hevur týdning um fimm ár fyri meg um eg fór í skúla ella ikki.
Fyri tað, um eg valdi at velja at fara í skúla, var ikki sloppið. Fyrsta árið í skúlanum er eitt støðisár, so har var ikki so nógv at velja ímillum. Men skjótt skuldi avgerð takast um, hvørja breyt eg skuldi velja til 2. skúlaár: Hugvísindabreyt, náttúrubreyt ella kreativa breyt. Eg ivaðist ikki og valdi náttúrubreyt. Tey bæði seinastu árini á Læraraskúlanum, tvs. ár trý og fýra, skulu brúkast til hvør sítt linjufak, og at velja tað fyrru linjufakið var hjá mær eingin trupulleiki. Eg valdi støddfrøði, og tað gjørdi eg, bæði tí at mær dámar fakið, og tí at vil duga betur at undirvísa í støddfrøði. Eisini eru nógvir støddfrøðistímar í fólkaskúlanum, so brúk er fyri nógvum lærarum til tað. So her valdu hjarta og heili tað sama.
Kanska verður tað ikki líka lætt at velja tað seinna linjufakið. Skal eg lurta eftir hjartanum ella eftir heilanum:) Nú um dagarnar hoyrdist í útvarpinum, at arbeiðisloysi kanska kundi væntast millum lærarar, tí næmingatalið lækkar spakuliga, og fleiri lærarar verða útbúnir, enn teir sum gevast.
So fyri meg eru fleiri støður at velja ímillum. Skal eg velja við heilanum, er nokk lítið at ivast í, at eg skal velja alis- og evnafrøði sum linjufak 4. árið, tí tað hoyrist, at tað eru ov fáir lærarar við júst hesum linjufaki. Ella skal eg velja ítrótt, sum helst verður stuttligari, ella skal eg skippa 4. árið heilt og fara undir víðari lestur, fyri á tann hátt at sleppa undan at útbúgva meg til arbeiðsloysi.
So hvat skal eg velja:) Nógv atlit eru at taka, og hvat um vit finna olju, ella um makrelurin rímir úr føroyskum sjógvi, ella um ferðafólkavinnan rættiliga tekur dyk á seg, so eg kann liva av at vera ferðaleiðari. Tað er ikki gott at vita, men ongin segði, at tað skuldi verða lætt. Men eg eri vísur í, at út frá givnum fortreytum velji eg rætt, júst tá eg velji. Men um tað verður tað rætta, sum frálíður:) Livst so spyrst.