Tíðindi

Veitslur fyri ung uttan rúsdrekka

Á ráðstevnuni ”Fyribyrging í broyting – mosaikkur úr sjónarhorninum hjá SSP”, sum var í Danmark fyri summarsteðgin, fingu tey luttakandi íblástur til, hvussu ung kunnu hava veitslu, har rúsdrekka ikki er partur.

20.11.2024

Úr Føroyum vóru 16 luttakarar, SSP-lærarar, skúlaleiðarar, SSP-ráðgevingin, SSP-politistar, umboð fyri kommunufelagið og SSP-ráðgevar frá Barnaverndartænastuni.

Ein liður í kriminalitetsfyribyrging er at fáa ung at lata vera við at drekka ella ikki at byrja at drekka í so ungum aldri. Heilagranskarar hava í nógv ár granskað í, hvørji árin tað hevur, tá ið børn og ung byrja at drekka á ungum aldri. Allir granskararnir eru samdir um, at alkohol skaðar heilan, sum enn ikki er fult mentur. Heilin heldur fram at mennast til umleið 25 ára aldur. Parturin av heilanum, sum stýrir kenslum, impulskontroll og hvussu vit taka avgerðir, mennist síðst. Rúsdrekka kann órógva hesa menningina og hava langtíðar- ella varandi broytingar í heilanum við sær.

Eisini síggja vit, at mørk verða brotin og ikki vird, tá mann er ávirkaður av rúsdrekka. Hetta eru nakrar fáar grundir til, at vit eiga at fyribyrgja, at ung byrja at drekka. Vit skulu í staðin hjálpa teimum ungu at sosialisera seg og hava tað stuttligt í tryggum umhvørvi – uttan rúsdrekka.

Vit seta møguliga spurnartekn við, hvussu vit kunnu tað. Tað høvdu fyriskipararnir á ráðstevnuni eitt boð uppá. Vit, sum vóru á ráðstevnuni, fingu møguleika at royna hetta í verki fyri at geva okkum íblástur, hvussu vit kunnu hjálpa teimum ungu at fyrireika alkoholfríar veitslur.

Tá skráin við fyrilestrum og verkstovum var liðug fyrsta dagin á ráðstevnuni, vóru vit boðin í veitslu, og heitið var “Framtíðarveitslur hjá teimum ungu”.

Vit settu okkum til borðs. Tað var flott pyntað við hvítum dúki, vatngløsum, hvítvínsgløsum og reyðvínsgløsum. Vit fingu borðreitt alkoholfrítt vín aftur við forrætti og høvuðsrætti. Vit fingu kaffi og te aftur við dessertini. Undir borðhaldinum var sangur og undirhald. Kendi skemtarin “Jyden for fanden” hevði skemt og undirhald.

Tá borðhaldið var liðugt, var skipað fyri ymiskum í hølinum við síðuna av.

Har var:

Ein flott pyntað barr við alkoholfríum drykkum (mocktails)
Ein lítil pallur til live-tónleik
Borðfótbóltur
Borðtennis
Silent disco
Shuffleboard
Myndaboks við alskyns prýði og avbjóðingum

Tað var stuttligt og áhugavera at síggja, hvussu nógv vaksin hugnaðu og stuttleikaðu sær á veitsluni uttan alkohol.

Les alla greinina, sum Drós Sveinsdóttir, ssp-lærari, hevur skrivað í Skúlablað nr 4, 2024. Á myndini eru luttakararnir á ráðstevnuni, sum vóru úr Føroyum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni