Tíðindi

Veikir lesarar stríðast mest við skíggjan

Næmingar, sum hava ilt við at lesa tað, sum stendur á pappíri, klára seg verri at lesa á skíggja. Dugnaligir lesarar klára seg nógv betur at skifta frá pappíri til talgildar miðlar, vísir kanning frá Lesisentrinum við Universitetið í Stavanger í Noregi.

21.04.2016

72 næmingar í 10. flokki tóku lut í kanningini. Helmingurin av næmingunum lósu tekstir á pappíri, meðan restin las somu tekstir sum pdf-fílur á einum telduskíggja.

Aftaná svaraði báðir bólkar somu spurningum út frá tekstunum. Undan kanningini tóku næmingarnir lut í eini kanning í at lesa orð, orðafeingi og lesifatan.

- Næmingarnir, sum lósu tekstirnar á skíggja, kláraðu seg munandi verri í lesifatanaruppgávunum samanborið við næmingarnar, sum lósu somu tekstir á pappíri. Umframt sýnist tað sum at næmingar, sum hava veikar førleikar í lesing, eru teir sum stríðast mest við at lesa tekst á skíggja, sigur Anne Mangen, granskari á Lesisentrinum.

Anne Mangen hevur gjørt kanningina saman við Bente R. Walgermo og Kolbjørn Brønnick. Tey hava greinað interaktiónina millum lesiførleikarnar hjá næmingunum og effektina at lesa á skíggja.

– Næmingar við vánaligum lesiførleikum klára seg munandi verri í lesifatan, tá ið teir lesa á skíggja, meðan teir dugnaligu næmingarnir ikki verða ávirkaðir av, á hvørjum miðli teir lesa, pappíri ella skíggja, sigur Bente R. Walgermo, lektari.

Meðan næmingarnir, sum hava góðar førleikar at avkota orð, ikki sýnast at verða ávirkaðir av at lesa á skíggja, stríðast teir veiku meiri. Hervið økist munurin millum vánaligar og dugnaligar lesarar.

Kanningin bendir á, at lesifatanin verður verri, tá tekstirnir gerast langir. Tekstirnir í kanningini vóru um 1400 og 2000 orð. Tá ið ein talgildur tekstur er meiri enn eina síða, má lesarin skrolla niður í tekstinum fyri at lesa meiri. Tað kann elva til trupulleikar, halda granskararnir.

– Um ein tekstur er meiri enn eina síða, manglar hann markørar, sum til dømis “ovast á vinstru síðu” og “móti mittuni á síðuni”, sum hjálpir minninum og lesifatanini, meðan lisið verður. At næmingurin eisini má skrolla, ger lesifatanina verri, verður sagt í kanningini.

Anne Mangen heldur, at tað er umráðandi at brúka nýggjastu vitanina um lesiførleikar, tá ið próvtøkuroyndir verða gjørdar.

– Úrslitini av kanningunum benda á, at vit skulu hugsa okkum um, hóast tað er avgjørt, at royndirnar skulu vera talgildar

Kelda: utdanningsforskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni