Tíðindi

Vegleiðarar eftirlýsa arbeiðslýsing

Vegleiðarar í skúlunum arbeiða sambært kunngerð frá 2010, men teimum vantar eina neyvari arbeiðslýsing.

25.01.2016


- Vit sakna etiskar leiðreglur og eina arbeiðslýsing, sum greitt tilskilar, hvat okkara uppgáva er. Í útbúgvingini, sum vegleiðarar taka í løtuni, arbeiða vit við nógvum av hesum viðurskiftum, so eg vildi hildið, at tá ið vit eru liðug við útbúgvingina, verður økið dagført. Av tí at vit ikki hava nakrar etiskar leiðreglur, so brúka vit útlendskar sum fyrimynd. Týdningarmesta leiðreglan er tagnarskyldan, og at tú møtir næminginum við ongum fordómum, sigur Nina Brockie Hansen, sum arbeiðir sum lærari og vegleiðari í Skúlanum á Argjahamri. Í summar fór hon undir seinna partin av útbúgvingini sum vegleiðari.

Kunngerðin um skúlavegleiðing hevur heimild í grein 24 stk 2 í løgtingslóg nr 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan. Í kunngerðini stendur, at skúlavegleiðarin skal hava staðið skúlavegleiðaraútbúgving. Skúlavegleiðarin skipar fyri ráðgevingini og leiðbeiningini í samstarvi við leiðsluna og flokslæraran. Hann skal eisini samstarva við aðrar útbúgvingar- og skúlavegleiðaraskipanir, partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sernámsfrøðiligu skipanina og foreldrini.

Ráðgevingin og leiðbeiningin er fyri næmingar í 6. flokki og til og við 10. flokki.

Til ber at lesa kunngerðina á: http://logir.fo/Kunngerd/69-fra-09-06-2010-um-skulavegleiding

Lesið drúgva samrøðu við Ninu Brockie Hansen í Skúlablaðnum, sum kom í desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni