Tíðindi

Varpa ljós á eftirmetingar av fólkaskúlanum

Eftirmetingar av fólkaskúlanum var eitt av evnunum, sum var til viðgerðar á aðalfundinum hjá Heimi og skúla farna leygardag

07.04.2016

Onnur av framløgunum á aðalfundinum hjá Heimi og skúla var um eftirmetingar í fólkaskúlanum og dygdarundirvísing. Tað var Dagbjartur Debes, námslektari á Námsvísindadeildini, ið hevði framløguna. Hann setti spurnartekin við, hvør vit fáa nóg nógv burtur úr teimum kanningum, royndum og eftirmetingum, sum verða gjørdar í skúlanum; eitt nú fáa skúlar ikki at vita ítøkiliga, hvussu flokkar og næmingar teirra klára seg í landsroyndunum. Skúlarnir fáa bara at vita, hvar teir liggja í mun til miðaltalið fyri landið, og hetta heldur hann er eitt stórt mistak.

Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og skúla, segði í ársfrágreiðing sínari, at umboð fyri felagið var á eftirmetingarfundi í Mentamálaráðnum í mai 2015 aftan á landsroyndirnar. Endamálið var at hoyra skúlarnar um teirra hugsan, hvussu landsroyndirnar høvdu gingið. Umboð fyri felagið varð boðið á fund við ein arbeiðsbólk í Mentamálaráðnum í februar 2016. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er at hyggja at verandi eftirmetingum, tvs landsroyndir, ársroyndir, fráfaringarroyndir og Pisa, og meta um, hvussu royndarúrslitini kunnu:

1. verða ein nyttug hjálp í undirvísingini í teimum ávísu lærugreinunum
2. bøta um og styrkja frálæruna
3. nýtast sum almenn kunning til myndugleikar og almenningin
4. gerast meira atkomulig og nýtast í almennum granskingarhøpi
5. gerast ein nyttug kunning og fráboðan um støðuna í skúlunum sum heild

Annika Sølvará umboðaði felagið, har hon gjørdi vart við, at nevndin metir, at royndir sum landsroyndir og Pisa ikki gagna einstaka næminginum uttan so, at samlaðu royndarúrslitini verða eftirmett og nýtt til arbeiðið at menna skúlaverkið.
- Kensla okkara í dag er, at hetta verður gjørt í alt ov lítlan mun. Tá eru royndirnar heldur skaðiligar, tí tær órógva og fylla nógv stóran part av skúlaárinum., uttan at vera brúktar til nakað. Hinvegin so metir nevndin, at úrslit frá royndum avgjørt kunnu vera við til at styrkja læringina hjá tí einstaka uppá sikt, um tilfarið verður brúkt rætt.

Nevndarval var eisini á aðalfundinum. Eingin beyð seg fram, so gamla nevndin heldur fram, stórtsæð óbroytt. Hon er henda: Annika Sølvará, Justin Philbrow, Mildrid á Lógv, Olgar Mortensen og Súsanna Bertholdsen. Tey umboða skúlar í Tórshavn, Toftum, Klaksvík, Vági og Tvøroyri. Einki varaumboð varð valt.

Til ber at lesa ársfrágreiðingina á heimasíðu felagsins á www.heimogskuli.fo

Á myndini Annika Sølvará, forkvinna í Heimi og skúla.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni