Tíðindi
24.04.2023
Gundur er 59 ára gamal. Hann hevur seinastu mongu árini arbeitt í Námi, har hann hevur verið kt-ráðgevi, ritstjóri og KT-leiðari. Gundur hevur harafturat arbeiðsroyndir frá lærda háskúlanum í Lillehammer og frá CFU København umframt at hann hevur verið lærari í Kvívíkar skúla og Skúlanum á Argjahamri.
Gundur hevur umframt læraraútbúgving, diplomútbúgving í leiðslu av Glasi og hevur kt-didaktiskt masterprógv frá lærda háskúlanum í Ålborg umframt aðra viðkomandi kt-útbúgving. Gundur kennir skúlaverkið úr erva og av síðulinjuni ,og vit eru spent upp á at fáa hann í leiðslutoymið á Fløtum, verður sagt í tíðindum av heimasíðuni hjá skúlanum.
Gundur byrjar í starvinum 1. august.
12 umsøkjarar vóru til starvið.