Tíðindi
19.03.2020
Ikki bara í Føroyum hoyra vit um – til tíðir – at ov fá søkja leiðslustørv í skúlunum; hetta er eisini kent í Noregi og uttanlands annars. Ringávirkanirnar kunnu vera stórar, tí gransking vísir, at tað er greitt samband millum skúlaleiðslu og dygdina í ávísa skúlanum – og tískil læringina og úrslitini hjá næminginum.
Í Noregi varpar felagið fyri skúlaleiðarar ljós á vandamálið; har hava tey kannað nærri, hvussu støðan er, og hvussu tað gongur at seta fólk við.
– Greiningar vísa, at yngri skúlaleiðarar antin kenna seg ótrygg ella ikki vilja vera verandi í starvinum. Um somu tíð síggja vit, at flestu skúlaleiðararnir eru tilkomin og hava verið í starvinum í meiri enn tíggju ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at avbjóðingarnar at seta við verða stórar komandi árini, sigur frágreiðingin.
Skúlaleiðarar fata bæði um evsta leiðaran og vara- og deildarstjórar. Í Noregi er sjáldan kapping um hesi størvini, sambært frágreiðingini. Nógvir skúlar stríðast tí við at finna góðar leiðarar.
* Tveir triðingar av skúlunum siga, at tað eru færri enn 5 umsóknir til størvini.
* Bara 4 prosent siga frá fleiri enn 10 umsøkjarum.
* Trupulleikin er stórur í smærri kommunum, har bara ein av tíggju boða frá, at tær hava fleiri enn 5 umsóknir fyri hvørt starvið.
* Helmingurin av teimum, sum taka við leiðslustarvi, eru biðin um at søkja.
– Hóast skúlaøkini siga, at tað eru fá, sum søkja leiðslustørvini, er tað umráðandi at minnast til, at tað eisini snýr seg um, tey, sum eru í leiðslustarvi, verða verandi í starvi sínum, sigur Takvam Kindt.
Trupulleikarnir við at seta nýggj fólk við hevur gjørt, at nógv, sum sita í leiðslustarvi, verða verandi leingi í starvinum. Frágreiðingin frá skúlaleiðarafelagnum vísir, at 50-70 prosent av leiðarunum vilja vera verandi í starvinum, til tey fara frá fyri aldur. Nógvir av leiðarunum nærkast fráfaringaraldri. Tí fara nógvir leiðarar frá í næstum. At yngri leiðarar um somu tíð ikki vísa sama áhuga at verða í starvinum, vekir tí stúran.
Kelda: forskning.no