Tíðindi
26.04.2016
Tær kravdu lærugreinirnar eru føroyskt, støddfrøði, danskt, enskt, landalæru, ítrótt, lívfrøði, kristni og søga sum íalt telja 28 tímar um vikuna. Afturat hesum ber til at velja alis- og evnafrøði (3 tímar/vikuna), týskt (4 tímar/vikuna) og ymiskar handaligar lærugreinir (á 2 tímar/vikuna). Ymiskt er, hvørjar lærugreinir skúlarnir kunnu bjóða næmingunum, av tí at tímajáttanin til skúlan eru tengd at næmingatali. Nakrar lærugreinir mugu altíð standa næmingunum í boði, nevniliga alis- og evnafrøði og týskt. Hetta kemst av, at nakrir miðnámsskúlar krevja, at næmingurin hevur staðið prógv í hesum fyri at verða upptikin á skúlan. Um ein leggur alis- og evnafrøði og týskt afturat teimum 28 kravdu tímunum, gerst tímatalvan 35 tímar/vikuna. Um ein velur eina handaliga lærugrein, kemur næmingurin upp á 37 tímar/vikuna. Afturat hesum skal næmingurin gera skúlating, leysliga mett 8-10 tímar/vikuna!
Mest vanligt er, at næmingurin velur 2 lærugreinir, uml 5-7 tímar afturat teimum kravdu. Hetta gevur eina samlaða arbeiðsviku á 43-45 tímar hjá 8.-9. floksnæmingum.
Nógvir næmingar íðkað eina ítróttargrein, sum eisini krevur nógva venjing. Harumframt er ikki óvanligt, at næmingarnir byrja at finna sær eitt arbeiði við síðuna av skúlanum og venjingini. Um næmingurin er so heppin, at hava foreldur, sum kunnu hjálpa við fíggingini av klæðum, telefon, teldu, ítróttalimaskapi og –útgerð, so er ikki neyðugt at starvast við síðuna av. Um ikki, ja so stendur næmingurin í eini tvístøðu, har tíðin og tann fíggjarligi parturin ikki hanga saman.
Hvat er so lættast at gera í fyrstu syftu?
At minka um ella heilt at skippa skúlatingini! At hetta hevur avleiðingar við sær, sum sýnast seinni í lívinum, tá royndirnar og próvtøkan koma, er ikki nakað, sum allir næmingarnir hava í huga. Framtíðin hevur minni at siga í hesum aldrinum, tað er nútíðin sum ræður. Í roynd og veru ein góður eginleiki at hugsavna seg um nú-ið og lata vera við at stúra um morgindagin, nærmast bíbilskt. Men sjálvandi eisini bara nærmast!
Eg haldi, at tað hevði verið gott, um tímatalvan hjá 8.-9. floks næmingunum ongantíð fór upp um 32 tímar/vikuna. Hetta gevur næminginum tíð til skúlating umframt at venja eina ítróttagrein/frítíðarítriv og/ella starvast eitt lítið sindur við síðuna av.
Eitt hjartasuff: vinnan í Føroyum manglar faklærd fólk. Hvat gera vit í skúlanum fyri at stuðla upp undir hesum samfelagsliga tørvinum? Ikki nógv, tí skúlin er framvegis alt ov bókligur, tímatalvan vísir hetta. Hóast lærugreinirnar hava fingið nýggja lesiætlan, so er tað ikki nøktandi fyri at menna tann skapandi og verkliga partin av menningini hjá næmingunum (fleiri grundir kunnu hugsast at geva svar upp á, hví so er, men tað er eitt heilt annað kjak!)
Spurningurin er tí, um fólkaskúlin tekur hædd fyri hesum: øll skulu ikki taka miðnámsskúlaprógv aftan á fólkaskúlan, í hvørt fall eru øll ikki egnað ella sinnað til hetta í fyrstu syftu! Nógv fleiri hava størri gleði av at fara tann handaliga vegin, og tey hava tørv á størri handaligum førleika enn tann, sum stendur teimum í boði í dagsins skúla.
Eingin ivi er um, at trivnaðurin hjá hesum næmingum hevði batnað munandi umframt at teirra sjálvskensla hevði verið styrkt 100 %, um tey fingu møguleika at menna slíkar førleikar í 8.-9/10. flokki.