Tíðindi

Vaksin læra betur enn ungir tannáringar

Hálvvaksin og vaksin kunnu ogna sær ávísar støddfrøðiligar førleikar betur enn børn og tannáringar

15.02.2017

Tú hevur óivað hoyrt tað fleiri ferðir; Tú eigur at læra so nógv sum til ber, tá ið tú ert so ung sum til ber. Tað er nevniliga ilt at læra gamlan hund uppi at sita.

Men hetta samsvarar ikki heilt, um vit skulu taka eina nýggja kanning fyri fult. Kanningin, sum University College London hevur staðið fyri, vísir nevniliga, at tað liggur betur fyri hjá vaksnum at læra ávísar støddfrøðiligar førleikar samanborið við yngri fólk.

Kanningin varpar ljós á ikki-málsliga støðutakan – tað vil siga evnini at síggja sambond, til dømis at síggja regluna, sum koplar ymis tal-sambond saman og líknandi.

Úrslitini benda á, at vaksin og hálvvaksin fáa meiri burtur úr at venja hesar førleikar enn tey fingu, tá ið tey gjørdust tannáringar.

- Hesi úrslitini vísa, hvussu umráðandi hetta menningarstigið er. Tað setir eisini spurnatekin við hugsanina, sum hevur verið ráðandi, at tað altíð er best at læra so tíðliga sum til ber. Vit síggja, at grundleggjandi kognitivir førleikar, sum hava samband við støddfrøði, kunnu lærast væl betur seinni í ungdómsárunum, sigur Lisa Knoll, doktari, á University College London.

558 ungfólk í aldrinum 11 til 18 ár tóku lut í kanningini, umframt 105 hálvvaksin millum 18 og 33 ár. Luttakararnir vóru kannaðir í ymsum førleikum, áðrenn teir fóru undir eina venjing, sum fór fram á internetinum í 20 dagar. Venjingin var ítøkiligar uppgávur.

Eftir at venjingartíðarskeiðið var av, og seks mánaðir seinni, vóru luttakararnir kannaðir aftur. Ein uppgáva var at hyggja at eini tabell við 3x3 feltum við ymsum figurum og einum einstøkum felti. Luttakararnir skuldu rokna út, hvør figurur manglaði. Í eini aðrari kanning skuldu luttakararnir hyggja at tveimum bólkum av prikkum við ymsum litum og síðan endurtaka talið. Slíkar uppgávur eru vanligar í IQ-testum.

Úrslitini í síðstu kanningini vístu, at teir elstu tannáringarnir og tey vaksnu høvdu gjørt størri framstig samanborið við tey yngru.

Úrslitini koma ikki óvart á granskararnar. Tey samsvara áðurgjørdum kanningum, sigur Hana Malá Rytter, granskari í kognisjón- og nevrosálarfrøði á Instituttinum fyri sálarfrøði á Keypmannahavnar Universiteti.

– Fremsti parturin av heilanum, tann prefrontali cortex, sum hevur týdning fyri skynsemið, verður fyrst búgvin miðskeiðis í 20-árunum, sigur Rytter.

– Heilin fer undir eina menningargongd umleið 11-ára aldur. Tá byrjar mann at hugsa abstrakt, menningin endar, tá ið mann er vaksin, einaferð miðskeiðis í 20-árunum, sigur hon.

Hóast tað er nýtt at samanbera ymsu aldursbólkarnar so beinleiðis, eru úrslitini sum væntað. Tað hevði komið meiri óvart á, um ein uppaftur eldri bólkur hevði klárað seg betur. Hana Malá Rytter vísir á, at tey vaksnu, sum tóku lut í kanningini, eru betur fyri, tá ið talan er um skynsemi, enn fólk flest. Tí er kanningin ikki neyðturviliga umboðandi.

Granskingin vísir ikki bara, hvør hevur gjørt flest framstig, men eisini, at tað var ein betring.

- Eisini í bólkinum 11 til 13 økjast kanningarúrslitini frá 60 til 70 prosent eftir trimum vikum við venjing á 10 minuttir, sigur Sarah-Jayne Blakemore, granskari í kognisjón- og nevrosálarfrøði.

Eisini Hana Malá Rytter vísir á hesa sannroyndina.

– Evnini at finna samanhangir, kopla reglur til og kenna aftur mynstur, hildu vit upprunaliga var viðføtt, men tað ber til at venja slíkt. Tað í sjálvum sær er ógvuliga áhugavert. Tað er heilt týðiligt, at um tú venur, so verður betri, sigur hon.

Luttakararnir vóru kannaðir í fleiri førleikum enn teir fingu venjing í. Á tann hátt kundu granskararnir meta um kognitivu evnini gjørdust betri.

Tað vísti seg tó, at teir bara gjørdust betri í júst tí, teir fingu venjing í.

– Summi halda uppá, at tú kanst betra um títt IQ við venjingum fyri ikki-verbal resonneringsevni. Tað er einki, sum bendir á, at so er, sigur Delia Fuhrmann frá UCL Institute of Cognitive Neuroscience.

Kelda: Forskning.no

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni