Tíðindi

Uttan tryggleika verður læring avmarkað

Í Hoyvíkar skúla verður í sertilboðunum arbeitt við lutfallinum ein vaksin til tríggjar næmingar. Tað siga Nita Sørensen, toymissamskipari, og Anna Maria Nolsøe, lærari, í sertilboðnum í Hoyvíkar skúla.

14.08.2023

Gerandisdagurin er skipaður við tímatalvu, og tá ið hugsað verður um næmingar og læring, so er tað nærveran, góða fakliga umhvørvið og góðu sambondini, sum hava týdning fyri, um næmingarnir kenna seg tryggar. Kenna næmingarnir seg ikki tryggar, læra ella mennast teir ikki. Tí verður stórur partur av tíðini nýttur til at læra at vera í felagsskapinum bæði fakliga og eisini sosialt, har lagt verður upp til sosial spøl, bæði úti og inni, so at næmingarnir læra at vera saman og virknir. Hetta eru tær báðar samdar um.

- Fyri hvønn einstakan næming hava vit síðani eina virkisætlan við persónligum málum, sum vit arbeiða eftir, og hon verður javnan eftirmett í einum skúlaári. Soleiðis síggja vit, um vit eru á rættari leið fakliga, og um menningin sum heild er nøktandi. Við øllum hesum í huga, so eiga vit ongantíð at gloyma, hvussu stóran týdning góða samstarvið og samskiftið bæði við foreldrini og í toyminum hevur, og at øll kenna ábyrgd, sigur Nita Sørensen, toymissamskipari.

Næmingarnir á sertilboðunum í Hoyvíkar skúla arbeiða allir fram móti at fáa 9. floks prógv ella eitt tillagað prógv, og fyri at styrkja góða skúlatilboðið, sum krevur bæði fakliga og sosialt, fáa lærarar og námsfrøðingar millum annað vegleiðing frá sálarfrøðingi og námsfrøðiligum ráðgeva frá Sernámi triðju hvørja viku. Hetta er gott, eru Nita og Anna Maria samdar um og ásanna samstundis, at tey, sum arbeiða í sertilboðunum, eiga at fáa førleikamenning, og eisini eigur serøkið at gerast ein natúrligur og sjálvsagdur partur av læraraútbúgvingini.

- Vit uppliva av og á, at lærarar koma til okkum í sertilboðunum at ráðføra seg og spyrja, hvussu teir kunnu gera í truplum støðum. Tað gera vit fegin, men okkum tørvar yvirskipað at brynja lærarar og læraralesandi betur at møta dagsins skúla við ymiskum næmingum. Hetta eigur ikki longur at vera eitt val, tí í dag eru fleiri og fleiri næmingar við ymiskum tørvi, sum krevur servitan, halda Nita Sørensen, toymissamskipari, og Anna Maria Nolsøe, lærari.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2023

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni